Gandur
Livdu vit í miðøldini, vórðu teir helst brendir á báli, hesir strandingarnir, sum leygardagin 23. november ætla at læra fólk gandakynstur.
Men í dag halda vit tað vera stuttligt og vita, at einki petti farligt er í hesum. Tað er undirhald.
Strandingar hava fingið egnan gandaskúla, sum teir nevna Hogwarts eftir gandaskúlanum, sum Harry Potter gongur á.
Leygardagin i næstu viku bjóða tey børnum og ungum úr sætta flokki og eldri á skeið í gandkynstri. Rættiligir gandakallar fara at standa fyri, siga tey í tíðindaskrivi.
Skeiðið verður hildið í Stranda Skúla, og tað kostar 250,- krónur at luttaka.
Aftur fyri lova tey so, at luttakararnir fáa eina rímiliga hilling á gandakynstrinum og kunnu vísa tað fram, tá hugur er til tess.
Tey, sum ætla sær at luttaka á skeiðnum, mugu skunda sær at siga frá, tí luttakaratalið er avmarkað. Til ber at melda til á teldupostadressuni:
[email protected]
siga fyrireikararnir. Tey, sum tekna seg, frætta aftur um teldupost, verður sagt í tíðindaskrivinum.