Í dag hevur Sunda kommuna havt vitjan av umboðum fyri Sjóvar kommunu. Tað vóru borgarstjórin í Sjóvar kommunu og skrivarin í kommununi, sum vitjaðu kommunuskrivstovuna á Oyrarbakka.
Prátað hevur verið um ymisk felags áhugamál, eitt nú um skráseting av skjølum. Báðar kommunurnar brúka nevniliga somu skipan til hetta endamál.
Júst hetta málsøki er av stórum týdningi í eini umsiting, tí málsviðgerðin og handfaringin av skjølum skal tryggja, at rætt verður farið fram.
- Báðar kommunurnar fingu væl burtur úr hugnaligu løtuni, tí vit kunnu læra nógv av hvørjum øðrum og teimum mannagongdum sum vit - hvør í sínum lagi - brúka, sigur Sunda kommuna.