Læra børn at drepa fíggindan

Amerikanska herleiðslan í Irak vil vera við, at har verða børn niður í 10 ára aldur lærd at drepa

Børnini eru í ítróttarbúna, tey hava svartan gekkaskort fyri andlitið, og tey verða lærd, hvussu tey skulu sparka dyrnar inn hjá fólki, sum liggja við hús og sova.

 

Amerikanskir hermenn løgdu herfyri hald á eina sjónbandaupptøku, tá teir søktu at einum tilhaldi hjá al-Qaeda. Á sjónbandinum sæst, hvussu børn niður í 10 ára aldur verða lærd at ræna fólk og at beina fyri teimum. Amerikanska herleiðslan heldur upptøkuna vera eitt tekin um, at al-Qaeda roynir at fáa nýtt fólk.

 

-Hetta kann vera eitt tekin um, at al-Qaeda brúkar ungar irakar sum agn fyri at fáa eitt nýtt ættarlið at fara í stríð sum heilagir stríðsmenn, sigur ein talsmaður við AP.

 

Á sjónbandinum, sum fjølmiðlarnir sluppu at síggja í gjár, síggjast fleiri dreingir við patrónbelti um akslarnar. Seinni sæst, hvussu teir steðga einum manni við at hótta hann við byrsu. So noyða teir mannin at ganga eftir vegnum, og ein rødd biður dreingirnar sikta.

 

-al-Qaeda roynir at eitra ta unga ættarliðið í Irak, sigur talsmaðurin hjá amerikonsku herleiðsluni, Gregory Smith, við AP.

 

 

Ræna børn

 

Hvørki amerikanska herleiðslan ella iraksku myndugleikarnir vita, hvussu mong børn eru endað í føvninginum á al-Qaeda. Myndugleikarnir vísa tó á, at tað eru framvegis vaksnir menn, sum fremja nógv tey flestu álopini, men at í einstøkum førum hava álopsfólkini verið kvinnur ella børn.

 

Mohammed al-Askari, sum er talsmaður hjá irakska verjumálaráðnum, ivast kortini ikki í, at hernaðarligir bólkar burturflyta altsamt fleiri iraksk børn.

 

-Tað eru tó ikki øll børnini, sum verða rænd, tí tey skulu brúkast sum hermenn. Í fleiri førum krevja burturflytararnir pengar fyri at lata børnini leys, og pengarnir fara so til at fíggja al-Qaeda, sigur irakski talsmaðurin.