Læra landið at kenna

Fyrst í næstu viku kemur út nýtt føroyskt spæl. Spælið minnir um útlendska Trivial Pursuit, men bara við føroyskum spurningum

Landastrok er heitið á nýggja spælinum, sum Hentzar Steingrímsson hevur gjørt. Talan er um eitt borðspæl, sum líkist útlendska Trivial Pursuit.
Føroyingar hava í áravís spælt útlendsk spurnarspøl, og eru hesi spøl, sjálvsagt um útlendsk viðurskiftir. Nógvir av hesum spurningum kunnu tykjast truplir og høpisleysir hjá føroyskum fólki at svara, tí spurt verður um ting, sum vit ikki hava fylgt við í.
Nú er so endiliga eitt føroyskt spurnarspæl komið, sum inniheldur spurningar um føroysk viðurskifti.
Leikararnir fara á eina spennandi ferð frá Fugloynni og suður til Sumbiar. Fyri at sleppa úr einum staði í annað er neyðgt at svara spurningum, sum snýgva seg um søgu, landalæru, náttúru, ítrótt, mentan og almenna vitan.
Hentzar Steingrímsson hevur gjørt spælið, men hann hevur eisini fingið hjálp frá nógvum fólki.
Hannis Egholm hevur staðið fyri listarligu sniðgávuni av spælinum, og felagið Tukan hvur verið millumlið millum forlag og prentsmiðju í Danmørk.
Spæl-høvundurin vónar, at spælið verður onkrum itl gleði, og at tað fer at lata eyguni upp á fólki fyri landinum, sum okkum er givið.