Lærarafelagið mist tolið við Signar á Brúnni

? Einki hendir við teimum málum, sum vit heita á landsstýrismannin um at loysa. Føroya Lærarafelag hevur víst tol, men tá ið fleiri mánaðir - og í summum førum fleiri ár - ganga, uttan at landsstýrismaðurin yvirhøvur reagerar, er tolið uppi, sigur Andras L. Samuelsen, formaður í Føroya Lærarafelag

Eirikur Lindenskov


Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Andras L. Samuelsen, hevur ikki stórvegis álit í landsstýrismanninum í skúlamálum, Signar á Brúnni.

Í øllum førum ikki, um farast skal eftir oddagreinini í seinasta Skúlablaðnum, sum er málgagn hjá Føroya Lærarafelag.

Har vísir Andras L. Samuelsen á, at landsstýrismaðurin í útvarpinum hevur undrast á, at formaður lærarafelagsins hevur gjørt hann varugan við, at eitt fólkaskúlaráð skal setast.

? Um landsstýrismaðurin ynskir ein lista yvir øll mál, sum hann eigur at loysa, so skal formaðurin í Føroya Lærarafelag fegin gera handan listan, sigur Andras L. Samuelsen.

Hann sigur, at Føroya Lærarafelag hevur nógv grundleggjandi mál, sum tey kundu ynskt sær, at landsstýrismaðurin fór í gongd við.

? Umframt sjálvar skúlabygningarnar og tað, sum álagt er honum í fólkaskúlalógini, verður hugsað um starvslig, lønarlig og uppalingarlig áhugamál hjá fólkaskúlalærarum, sigur Andras L. Samuelsen.

? Tað sum vit síggja er, at í teimum málum, sum vit heita á landsstýrismannin at loysa, hendir einki. Føroya Lærarafelag hevur víst tol, men tá ið fleiri mánaðir, og í summum førum ár ganga, uttan at landsstýrismaðurin yvirhøvur reagerar, er tolið uppi.


Signar lækkað játtanina til eftirútbúgving

Andras L. Samuelsen sigur, at Signar á Brúnni, landsstýrismaður í fjølmiðlunum hevur víst á, at hann virðir tað arbeiði, sum fer fram í løgtinginum. Løgtingið hevur samtykt nýggja fólkaskúlalóg. Minnilutin í Løgtingsins mentanarnevnd tá, við núverandi landsstýrismanni í skúlamálum á odda, vísti í álitinum til nýggja fólkaskúlalóg á, at tað fór at kosta fleiri tíggjutals milliónir at seta lógina í verk. Lógin kom í gildi 1. august 1998, men Føroya Lærarafelag hevur ikki staðfest nakra stórvegis hækking í játtanini til fólkaskúlan. Tvørtur ímóti hevur landsstýrismaðurin lækkað játtanina til eftirútbúgving av lærarum við gott 10%, sigur Andras L. Samuelsen.

? Gamaní byggir ein samgonga fyri ein part á herðarnar á teirri undanfarnu, men hvar er nú virðingin fyri løgtingssamtyktunum, spyr Andras L. Samuelsen.


Arbeiðsnevnd

virkar ikki

Formaðurin í lærarafelagnum vísir eisini á annað dømi.

? Vit hava sannað, at tann nýggja fólkaskúlalógin leggur so nógvar nýggjar uppgávur á skúlaleiðarar og lærarar, at neyðugt er at gera broytingar í arbeiðsbýtinum, skal møguleiki vera fyri at luka ásetinginarnar. Tí gekk felagið við til, at ein arbeiðsnevnd skuldi kanna hesi viðurskifti og koma við tilmæli 1. desember 1998. Føroya Lærarafelag útnevndi síni tvey umboð í arbeiðsnevndina tann 10. juli 1998. Ikki fyrr enn 26. november setir landsstýrismaðurin arbeiðsnevndina, men tá eru allar tíðarfreistir farnar, og enn er arbeiðsnevndin ikki farin í gongd, sigur Andras L. Samuelsen.

Eitt positivt skoðsmál er kortini í oddagreinini, og tað snýr seg um avtalu um sáttmála um nýggjan hátt at gseta lærarar í starv og um nýggu eftirlønarskipanina fyri sáttmálasetta lærararn. Her hevur samstarvið virkað, sigur Andras L. Samuelsen.



Formaðurin í lærarafelagnum minnir landsstýrismannin á, at øll setanarviðurskifti hjá lærarum í fólkaskúlanum skulu geras í avtalu við Føroya Lærarafelag.

? Føroya Lærarafelag hevur víst vilja til at gera grundleggjandi broytingar í arbeiðs- og setanar viðurskiftunum hjá lærarunum. Hetta vísir semjan millum Føroya landsstýri og Føroya Lærarafelag á jóansøku 1997, sáttmálin millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag frá 10. juni 1998 og eftirlønarskipanin frá 1. februar 1999. Eftir stendur, um Undirvísingar- og mentamálastýrið, við landsstýrismanninum í undirvísingarmálum á odda, eisini hevur vilja at gera avtalur við Føroya Lærarafelag, føroyskum skúlaungdómi at gagni, sigur Andras L. Samuelsen, formaður í Føroya Lærarafelag at enda í sera hvassorðaðu oddagreini í Skúlablaðnum.