Lærarafelagið stevnt

Nakrir lærararar hava stevnt sínum egna fakfelag, Føroya Lærarafelagi. Orsøkin til stevningina er hon, at teir ikki halda seg hava fingið ta eftirlønina, sum teimum varð lovað av Lærarafelagnum. Formaður Lærarafelagsins, Elsa Birgitta Petersen, heldur, at stevningin er komin skeivt fyri. Hon skuldi heldur verið send landsmyndugleikunum

 

Ein stevning liggur í løtuni hjá fútanum. Tað eru 25 lærarar, sum allir eru farnir frá við eftirløn, ið hava stevnt Føroya Lærarafelagi.

Lærararnir siga, at teir kenna seg snýttar av felagnum, tí teir ikki hava fingið ta eftirløn, sum felagið annars lovaði teimum. Lærararnir skilja sostatt støðuna soleiðis, at tær upplýsingar, sum teir siga seg hava fingið frá Lærarafelagnum, ikki hava verið rættar.

Lærararnir fingu eitt tilboð um at fara frá við eftirløn, áðrenn teir vórðu náddir eftirlønaraldur. Hetta var ein avtala, sum Lærarafelagið samráddi seg fram til ? tann sonevnda 60-ára avtalan.

Henda avtalan var fyri lærarar, ið vóru farnir um tey trýss, og sum høvdu arbeitt sum lærarar í tredivu ár.

Lærararnir, sum hava stevnt, eru allir farnir frá í tíðini frá 1988 til 1997.


Donsk ella føroysk eftirløn

Teir ónøgdu lærararnir siga seg eisini hava fingið lyfti um, at teir skuldu fáa føroyska eftirløn, sum er nakað hægri enn tann danska, tá teir fóru frá, hóast teir eru danskir tænastumenn. Ta føroysku eftirlønina hava teir tó ikki fingið, nú eftir at lærararnir hava tikið av tilboðnum, og tað eru teir ónøgdir um.

Lærararnir siga seg nú fáa eina lægri eftirløn enn fleiri av teimum, sum fóru frá við eftirløn í tíðini beint eftir, at teir fóru frá.

Upphæddin, sum talan eftir øllum at døma er um, er millum 1000 og 1500 krónur um mánaðin. Hetta eru nógvur peningur, og lærararnir kenna seg snýttar fyri hesa upphædd.

Læraranir siga, at teir kenna seg noyddar at stevna felagnum, tí fyrningarfreistin gekk út tann 1. januar í ár. Um teir ikki stevndu tá, høvdu teir kunnað staðið eftir við ongum. Teir siga, at lærarafelagið ikki vildi leingja fyrningarfreistina, og tí var einki annað at gera.


Stevningin komin skeivt fyri

Elsa Birgitta Petersen, formaður í Lærarafelagnum, sigur, at stevningin er komin skeivt fyri, tí tað er ikki felagið, sum hevur gjørt mistakið, men tað eru landsmyndugleikarnir, ið ikki hava gjørt sítt arbeiðið til lítar.

? Tað kennist eitt sindur bakvent og hugstoytt, at tað er Lærarafelagið, sum verður stevnt í hesum málinum. Vit væntaðu, at hesin bólkurin kom til okkara og bað okkum um at stevna myndugleikunum, men ístaðin er tað felagið, sum skal fyri rættin, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Lærararnir siga, at teir vórðu næstan lokkaðir at fara frá fyri tíðina, men hesum vísir Elsa Birgitta aftur.

? Eingin varð trýstur til at fara frá, men hetta var eitt val hjá teimum. Onkur annar valdi ikki at fara frá.

Elsa Birgitta ásannar, at lærararnir hava orsøk at kenna seg snýttar, men vísir annars á, at nevndin hevur gjørt nógv fyri at fáa myndugleikarnar at skilja ta truplu støðu, hesir lærararnir eru komnir í. Tað er ikki Lærarafelagið, um hevur ta endaligu ábyrgdina av hesum máli, og lærararnir hava tí púra misskilt málið.

? Tað vóru myndugleikarnir, sum lovaðu undir samráðingunum til ta fyrstu avtaluna, at lærararnir skuldu fáa føroyska eftirløn, men lógin varð útsett í tinginum, og tí eru tað myndugleikarnir, ið hava útholað hesa avtaluna, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Tískil er tað eisini felagið, ið kennir seg snýtt av myndugleikunum, eins og lærararnir kenna seg snýttar av Lærarafelagnum.