að var í tíðindunum hóskvøldið, at Kringvarpið tók upp spurningin, hvørt tíðindafólk í útvarpinum skulu sleppa at nýta sína egnu dialekt, tá tey lesa tíðindi.
Fólk eru eftir øllum at døma ikki samd um hetta. Víst so hevur onkur tíðindamaður brúkt sína dialekt í so ramliga og so yvirdrivið, at tað troyttar fólk, men tað kann ikki passa, at Móðurmálslærarafelagið vil standardisera dialektirnar úr útvarpsmálinum. Tá hava vit mist nógv, og tá eru lærararnir alt ov trongskygdir.
Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at vit hava varðveitt málsligu brigdini í málinum - ja tú kanst næstan kenna munin frá bygd til bygd, og tað er ein málsligur skattur at eiga. At tosa um, at danskt hóttir, og at tað hevur størri týdning at stríðast móti danska hóttan enn at varðveita dialektirnar, tað er fjas.
So góðu bygdafólk í Kringvarpinum og miðlunum annars: Tosið við tykkara egnu dialekt - lurtið heldur eftir fróðarmanninum í Kirkjubø, Orðabókini.