Hóast tað ikki sæst á fíggjarlógini fyri ár 2000, so hevur forkvinnan í Føroya Lærarafelag ikki mist vónina um lønarhækking og at fáa okkurt fyri eykaarbeiðið, sum nýggja fólkaskúlalógin hevur við sær.
Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, sigur, at hon ongantíð minnist, at lagt hevur verið uppfyri lønarhækkingum og slíkum á fíggjarlógini, tí hetta má metast, sum ein innbjóðing til feløg um at krevja meira.
Tískil hevur hon góðar vónir.
Hon sigur, at nú verður hildið fram, har tey sleptu seinast. Tá náddu partarnir til eina fyribils semju, ið gongur fram til 1. mars.
Elsa Birgitta Petersen hevur áður sagt við blaðið, at nú verður farið eftir restini og tað liggur tískil í luftini, at felagið hesaferð ætlar sær at fáa endaligt úrslit.
Um hetta so eisini merkir, at, at verkfallsrætturin verður nýttur, um semja ikki fæst, sigur søgan einki um.
Tá samráðingar seinast vóru, hótti Lærarafelagið við verkfalli og tað var fyrstu ferð í søguni, tí lærarar hava ikki havt verkfallsrætt, tí teir hava verið tænastumenn.
Teir lærarar, ið nú koma til, eru sáttmálasettir og hava verkfallsrætt.