Vit eru fyrrverandi næmingar á skúlanum og tóku prógv haðani sum lærarar fyri ávikavist einum og tveimum árum síðan. Vit kunnu tessvegna ikki taka støðu til núverandi trupulleikar; tó kenna vit aftur hesa ónøgd frá nógvum av næmingunum, ið gingu á skúlanum tá eisini.
Vit vilja fegin gera greitt, at vit høvdu fýra góð og lærurík ár úti á Frælsinum, og at vit vóru væl nøgd við leiðsluna á skúlanum. Ikki minst var tað Paula Nielsen, rektara, fyri at takka, at vit trivust og mentust væl hesi árini. Hann var tann, ið sera sjónliga gekk á odda fyri tí positiva og frælsa anda, sum alla tíðina valdaði á skúlanum. Eisini var hann altíð fúsur at hjálpa til, tá ið heitt varð á hann at greiða onkran trupulleika, ið vit høvdu við lestrinum.
Tað er púra skeivt at seta nakað spurnartekin við hansara fakliga førleika, tí fáur hevði verið betur skikkaður til hetta starv eftir okkara tykki. Hvussu skúlin hevur verið rikin fíggjarliga, kunnu vit ikki taka støðu til, men bert viðmerkja, at tey árini, ið vit gingu á skúlanum, var ikki sjónligt, at skúlin hevði ov nógvan pening um hendi, heldur tvørturímóti.
Pauli eggjaði øllum næmingum til at vera við til at mynda teirra egna skúla og á tann hátt at taka medábyrgd av egnari læru. Eftir okkara tykki varð hetta tíverri misskilt av nógvum næmingum, soleiðis at tað frælsi og tann ávirkan, ið áttu at verið so mennandi bæði persónliga og fyri felagsskapin, í staðin vórðu køvd av illum tungum, ið vildu vera við, at her var talan um leiðslu, ið vildi sleppa sær undan arbeiði og ábyrgd. Ført varð fram tá eins og nú, at leiðslan var ódugnalig og bert elvdi til kaos á skúlanum.
Spurningurin er, hvønn skúla vit vilja hava. Er tað ein skúli við harðrendari leiðslu, ið altíð hevur avgerandi orðið, ella eini demokratiskari leiðslu, sum tekur øll - bæði lærarar og næmingar við upp á ráð. Leiðslan á Læraraskúlanum hevur tilvitað valt henda seinna møguleikan, men tey eru mong, ið heldur vildu havt, at hin fyrri leiðsluhátturin varð settur í verk á Læraraskúlanum. Men tá høvdu vit fingið ein heilt annan skúla og aðrar næmingar burturúr - eingin ivi um tað.
- Og tað hevði helst ikki verið í tráð við andan í teirri nýggju fólkaskúlalógini, ið júst hevur virðini frælsi, fólkaræði, tollyndi, sjálvstøðuga støðutakan og ikki minst tað at duga at síggja virðini í felagsskapinum sum aðalmál.