6?MANNAFØR MENN
6?mannafarið Smyril við monnum er kappróðrarstoltleikin hjá suðuroyingum. Men tað sæst einki til bátin á Vágsfirði fýra tey fyrstu kvøldini í vikuni. Tá stendur báturin í neystinum, meðan manningin drívur á at venja í Fragd og Fimi í Havnini.
Manningin er tann sama, sum hon var í fjør. Talan er um handverkaralærlingar. Teir standa í plátusmíð og elektrikaralæru í Vági. Seinastu seks vikurnar hava teir verið á tekniskum skúla í høvuðsstaðnum. Uppundir jóansøkuna verður skúlaskeiðið liðugt. Tá fara teir at venja uppaftur meiri umborð á Smyrli, enn teir hava gjørt higartil. Men sambært bátsformanninum hevur tað kortini ikki verið heilt einki.
? Vit fara suður fríggjadag. Hesar seinastu vikurnar eru vit farnir so at siga beinleiðis í bátin. So hava vit vant eina ferð og onkra ferðina tvær ferðir leygardag, og so aftur sunnudag, áðrenn vit eru farnir norður aftur, sigur Jóhan Sofus Müller.
Yngsti maður umborð á vinnarabátinum á norðoyastevnu er 20 ára gamal, og tann elsti er 26 ár.
Í fjør var Smyril nummar tvey á norðoyastevnu. Leygardagin sá tað leingi út, sum um hann eisini hesa ferð skuldi verða næstfremstur.
? Vit fingu ógvuliga vánaligan start. Tað var so ófantaligt í sjónum, at teir í stýriborð noyddust at rógva alla tíðina fyri at halda honum uppí. Kanska vóru vit eisini eitt sindur ókonsentreraðir, tá ið startskotið varð loyst av. Vit ruku afturum. Men so við og við gekk betri, og tá ið stýrimaðurin segði, at tað ikki vóru fleiri enn tvær bátslongdir fram til Jarnbard, kendist tað sum um vit fingu mót av nýggjum. Tá ið vit fóru um málið, hildu vit, at vit høvdu verið akkurát ov stuttir. Men so sóu vit, at viðhaldsfólkini hjá okkum á bryggjuni fegnaðust, og tað boðaði jú frá góðum, sigur Jóhan Sofus Müller.
Jarnbardur var leysur av hinum á 1000 metra málinum. Tað var ikki fyrrenn á Kósabrúnni, ella tá ið tveir triðingar av teininum vóru lagdir afturum, at fyrstu ábendingarnar vóru um, at tað kanska fór at gerast spennandi, og so var.
Hjá Páll Fanga, sum vann á norðoyastevnu í fjør, royndist tað syndarliga illa í heimasjógvi. Páll Fangi var næstaftastur, og teir vórðu tiknir av nýggja Sundabátinum, sum ikki hevur vant eins nógv og klaksvíkingar hava.