Lýsingar geva meirsølu

Ein norsk kanning vísir, at íløgur í marknaðarføring kunnu koma fleirfalt aftur.

lýsingar

Marknaðarføring er ein íløga, ikki ein kostnaður, og størri íløgan er, størri er avkastið, sum fæst av íløguni sigur marknaðarstjórin í "Eksportutvalget for fisk". Væl at merkja um íløgurnar í marknaðarføring verða gjørdar á rættan hátt
Niðurstøðan hjá "Eksportutvalget for fisk" er gjørd út frá einari frágreiðing, sum hevur hugt at ymiskum marknaðum og um tað loysir seg at brúka pening uppá marknaðarføring. Kanningin vísir at í Týsklandi gevur 1 kr. í marknaðarføring 4,9 kr. í meirsølu. Í Japan gevur 1 kr. í marknaðarføring 3,3 kr. og í Frankaríki 2,8 kr. í meirsølu.
(kelda: intrafish)