Lýsir Føroyar í øllum veðri og øllum árstíðum

(Video og ljóðsamrøða) Hoyr Andreas Mouritsen greiða frá bókini "Á veingjum 2", sum hevur loftsmyndir úr øllum Føroyum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Andreas Mouritsen, tyrluflogskipara greiða frá aðru bók sínari við loftsmyndum úr Øllum Føroyum. Henda seinna bókin nevnist "Á veingjum 2".

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ein videofilm, sum vísir nakrar av teimum allarbestu myndunum, sum eru í bókini "Á veingjum 2".

 

Andreas Mouritsen greiðir frá, at hann fekk stóra undirtøku fyri fyrru bók sínari "Á veingjum", sum hann gav út fyri tveimum árum síðani, og tað hevur givið honum mót at geva "Á veingjum 2" út.

 

Andreas Mouritsen sigur, at hann leggur dent á at hava myndir við í bókini, sum vísa Føroyar í øllum veðri og í øllum árstíðum. Føroyar eru ikki bara vakrar á sumri, slær Andreas Mouritsen fast.

 

Frá fyrru bókini hevur Andreas Mouritsen lært at skriva navn á myndirnar, sum vísir staðarnavnið. Í bókini eru frágreiðingar á føroyskum, og á enskum.