Øl skal njótast ikki kulkast

Danir hava seinastu árini upparbeitt eina ølmentan, sum var ókend fyri 10-15 árum síðani. – Vit royna at vísa á, at tað er kvaliteturin á øli, ið hevur týdning; tað snýr seg ikki um kvantitet, sigur Anne-Mette Meyer Pedersen, forkvinna í Danske Ølentusiaster

Øl hevur fylt nógv í orð og talu seinastu vikuna.
Í síðstu viku varpaði sjónvarpið ljós á evnið við sendingini »Ølfjepparar«, og síðani varð málið fylgt upp týsdagin, tá Sosialurin á forsíðuni kundi boðað frá, at Johan Dahl kortini ikki fór at leggja nakað uppskot fram um at loyva sterkari øli í Føroyum enn verandi 5,8 prosentini.
Aftur mikudagin var málið umrøtt, tá boðað var frá, at Bjørt Samuelsen, vegna Tjóðveldi – tó ikki Heina O. Heinesen – og Kára á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum legði uppskot á Ting um at avtaka alkoholmarkið á øli.
Alkoholstyrkin á øli verður av mongum mett at vera proportional við talið av misnýtarum, men sambært teimum, sum veruliga leggja seg eftir góðskuøli, er tað smakkurin, sum verður settur í fremstu røð.
- Fyri okkum er tað heilt greitt njótingin við einari vælsmakkandi øl, sum hevur størsta týdning. Alkoholprosentið kemur í aðru røð, men sjálvandi hevur tað eina ávirkan á smakkin, sigur Anne-Mette Meyer Pedersen, sum er forkvinna fyri felagsskapinum, Danske Ølentusiaster.
Sosialurin hevur vent sær til forkvinnuna fyri at vita, hví tað í einum landi sum Danmark, har nærum ongar avmarkingar finnast innan rúsdrekka, hevur verið tørvur á einum ølfelagsskapi.

Ikki bert til tosta
- Tað byrjaði jú við, at menn – og skomm at siga frá ongar kvinnur – tóku seg saman og stovnaðu Danske Ølentusiaster. Hetta komst av, at hóast Danmark er lutfalsliga stórt, so funnust ikki fleiri enn 13 bryggjaríir í landinum, og tey bryggjaðu stórt sæð øll tað sama, sigur Anne-Mette Meyer Pedersen.
Hon sigur, at tað var ógjørligt at fáa fatur á útlendskum øli í Danmark, og skuldi tú smakka útlendskt øl, var neyðugt at tú ferðaðist uttanlands til hetta.
Felagsskapurin varð stovnaður í 1998, og hesi seinastu 11 árini hevur hann vaksið seg upp á eitt limatal á umleið 9.500 limir.
- Okkara fremsta endamál er at gera danir varðugar við, at øl ikki bara er nakað, tú sløkkir tostan við, ella drekkur teg fullan av. Øl er so nógv meiri enn hetta, sigur Anne-Mette Pedersen.
Hesi árini síðani felagsstovnurin varð stovnaður, hevur hann verið við til at ávirka rákið innan ølbransjuna so mikið, at tað í dag finnast 120 ymisk bryggjaríir. Serliga tey sonevndu micro-bryggjaríini leggja stóran dent á, at tað er smakkurin, sum skal selja vøruna.
- Í hesum sum í so mongum øðrum viðurskiftum, er tað kvaliteturin, sum tað snýr seg um, og ikki kvantiteturin, sigur Ane-Mette Pedersen.
Hon sigur, at tá soleiðis er, verða tað sjálvandi nøkur smá bryggjaríir, sum falla frá, men tað koma so onnur í teirra stað. Og seinastu árini hevur talið ligið um hesi 120-130 bryggjaríini.

Ølmentan
Tað hevur verið kent í mong ár, at tað finnast hópurin av rúsdrekka, sum langt frá er framleitt ella brúkt til burturav at rúsa fólk.
At eitt nú kend og »fín« whiskey-sløg ella cognac-sløg verða drukkin fyri smakkin, er ikki nakað, sum kemur óvart á. Tað eru fólk, sum beinleiðis hava til ítriv at samla gott whiskey, eins og summi fólk samla frímerki ella lýsingapennar. Á sama hátt er við cognac.
- Gjøgnum allar tíðir hava fólk og lond upparbeitt eina vínmentan. Tað hevur verið bæði kent og viðurkent, at vín er ein partur av tí góða døgurðanum, tað hoyrir eins væl við og eplir ella sós, sigur Anne-Mette Pedersen.
Men hon heldur eisini, at tíðin og ikki minst góðskan av dagsins øli ger, at hesin drykkur nú má roknast sum annað og meiri enn tostasløkkjari ella rúsdrekka.
- Úrvalið av øli í dag er so stórt, at tú finnur upp í fleiri væl hóskandi ølsløg til ein og hvønn rætt. Vit eru her í Danmark í holt við at menna eina ølmentan á sama støði og í sama líki sum gomlu vínmentanina, sigur Anne-Metta Pedersen.
Og at Danske Ølentusiaster hava verið við í einari menning sæst best út frá, at fyri 10-15 árum síðani komu á marknaðin eini 15 nýggj ølsløg, meðan talið í dag er munandi størri.
- Vit síggja á hvørjum ári, at tað kemur ein rúgva av nýggjum og spennandi ølsløgum á marknaðin, og bara seinasta ár sóu vit ikki færri enn 650 nýggj sløg. Nøkur eru sjálvandi tíðaravmarkað, so sum páskaøl, jólaøl og líknandi, men fleiri verða hangandi, sigur Anne-Mette Meyer Pedersen.