Í morgun ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá, at hann var komin fram á tríggjar gæs, sum vórðu yvikoyrdar. Hetta var á Oyggjarvegnum beint sum hann er knýttur í vegin í Frammi í Dal í Kollafjarðardali.
Bilførarin segði, at tann eina gásin var deyð, men at hinar báðar lógu og píndist Løgreglan sigur, at tey fingu fatur á teimum, sum vara av haganum, so taka tey sær av slíkum.
Men tey heita samstundis staðiliga á bilførarar, sum koma soleiðis fyri, at teir koyra djór yvir, um at siga frá, soleiðis at djórini ikki liggja og pínast óneyðuga leingi.