Lítið at fegnast um

ST-aðalskrivarin heldur kortini, at fundurin um burðardygga menning hevur lagt eina miðvísa kós fyri bardagan ímóti fátækradømi

Burðardygg menning
Árni Joensen:

Seinnapartin mikudagin samtyktu ríkis- og stjórnarleiðararnir verkætlanina, sum hevur til endamáls at stríðast ímóti fátækradøminum í heiminum og at verja umhvørvið.
Men tað vóru fá, sum fagnaðu teirri nýggju verkætlanini. Sagt varð, at samtyktin er eitt lítið stig tann rætta vegin, men at heiminum tørvar eitt stórt stig.
Tann 71 síður langa verkætlanin snýr seg m. a. um fátækradømi, eyðkvæmi, vatn og hóttar fiskastovnar, men innihaldið er ikki løgfrøðiliga bindandi.
Umhvørvis- og menningarfelagsskapir, sum vóru á fundinum í Johannesburg, eru alt annað enn nøgdir við tað, sum kom burturúr. Talsmaðurin hjá bretska neyðhjálparfelagsskapinum Oxfram sigur, at úrslitið fer at geva teimum fátækastu nakrar molar á borðið. Norski felagsskapurin ForUM sigur, at verkætlanin er alt ov stuttskygd, og at hon fer ikki at loysa nakrar trupulleikar. Felagsskapurin vil vera við, at tíðin í Johannesburg er burturspilt.

Bíða við næsta fundi
Kofi Annan, ST-aðalskrivari, sigur seg skilja, at fólk eru vónsvikin, men hann heldur, at fólk høvdu væntað sær ov nógv av fundinum. Aðalskrivarin heldur, at fundurin hevur hóast alt lagt eina kós fyri stríðið ímóti fátækradøminum, og sjálvur heldur hann, at hóast hetta bara er byrjanin, er hetta er týdningarmikil byrjan.
Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, sum umboðaði ES í Johannesburg, sigur seg vera nøgdan við úrslitið, hóast alt ikki gekst, sum hann hevði vónað. Danski forsætisráðharrin heldur ikki, at toppfundir sum tann í Johannesburg loysa trupulleikarnar í heiminum, og tí hevur hann mælt ST frá at halda nakran tílíkan fund aftur tey næstu fimm ella tíggju árini.
Norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, sigur, at hansara stjórn hevði sett sær fyri at fáa munandi meiri burtur úr fundinum. Men hóast alt er úrslitið frægari, enn vit stúrdu fyri, sigur Kjell Magne Bondevik.