Tað var ein sjónliga vónbrotin Flemming Østergaard, sum eftir dystin í Parkini spákaði millum tíðindafólkini. Vanliga so fyrikomandi FCK-stjórin royndi kanska at látast at halda høvdinum høgt, men hann var tó sera fáorðaður, tá vit spurdu, hvussu hann kendi tað, nú liðið innan fýra dagar hevur tapt at kalla tveir finaludystir.
- Í dag kennist hetta eitt sindur løgið. Vit spæla ein góðan fótbóltsdyst, har vit eru nógv betra liðið, men sjálvandi er tað keðiligt at tapa. Vit mugu tó royna at hyggja positivt upp á tað, og sum sagt, so haldi eg, at vit kunnu vera ernir av avrikinum í dag.
Spurdur, um hann ikki eisini er errin um, at FCK hóast alt megnaði at toga somikið væl inn á Brøndby, eftir at munurin eitt skifti hevði verið heili stig, fekk stjórin ikki meira enn ypt øksl, so vónbrotið var sjónligt.
- Sjálvandi er tað eisini nakað, sum vit kunnu fegnast um. Vit mugu sum sagt royna at hugsa positivt, og so líta frameftir, var einasta viðmerkingin til hetta.
Og tá vit at enda spurdu, hvørt hann kanska ætlaði at styrkja um liðið, til tess at røkka einum enn betri úrslitið komandi árið, var einasta svarið, at tað máttu vit tosa við venjaran um.