Lítið av grind í fjør

Náttúrugripasavnið hevur gjørt upp, hvussu nógvar grindir doyðu í Føroyum í fjør

Knappliga 700 hvalir løgdu beinini í Føroyum í fjør. Av hesum vóru 503 grindahvalir.
Drápini vóru 11 í tali, og størsta grindin taldi 153 grindahvalir. Tað var í Hvannasundi tann sjeynda august. Tó vórðu tveir hvalir fleiri dripnir í Hvalvík fýra dagar frammanundan. Men av teimum vóru tríggir hvessingar, sigur Náttúrugripasavnið í yvirlitið, sum komið er.
Vert er at leggja merki til, at í yvirlitinum yvir teir tilsamans 694 hvalirnar, sum løgdu beinini í fjør, eru tvær nísur. Hvessingarnir eru tríggir. Hvítskjórutir spingarar eru 186, og 503 grindahvalir vórðu dripnir í fjør.


DagurHvalvágHvalirSkinnatalSlag

6.maiTangafjørður2nísur
21.maiHúsavík24244grindahvalir
3.augustHvalvík1521.391grindahvalir
3.augustHvalvík3hvessingar
7.augustHvannasund1531.214grindahvalir
26.augustHvalvík104hvítskjórutir springarar
5.septemberTórshavn6hvítskjórutir springarar
6.septemberTórshavn130864grindahvalir
6.septemberHvannasund50hvítskjórutir springarar
6.septemberTvøroyri6hvítskjórutir springarar
12.september Klaksvík20hvítskjórutir springarar
1.desember Tórshavn44254grindahvalir

Tilsamans5 grindir við 503grindahvalum upp á 3.968 skinn ella 198 gyllin og 8 skinn
Tilsamans5 grindir við 186hvítskjórutum springarum
Tilsamans1 grind við 3hvessingum
Tilsamans 1 grind við2nísum