Eitt lítið privatflogfar við tveimum monnum datt niður á Bornholm seinnapartin. Teir báðir menninir eru illa løstaðir og vórðu fluttir við tyrlu á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Læknarnir har hava sagt, at støðan hjá báðum er lívshættislig.
Sum skilst er flogfarið týskt. Tað kom frá einum flogvølli uttan fyri Berlin, men teir báðir menninir, sum eru 27 og 38 ára gamlir, eru hvørki týskarar ella danir, sigur løgreglan á Bornholm.
Flogfarið datt niður stutt frá flogvøllinum á Bornholm, og løgreglan hevur avbyrgt økið.