Lítið upp á seg

Hóast Neistin kanska kann órógva fyrireikingarnar hjá StÍF nakað, so tykist stórvegis spenningur ikki at valda um mansdystirnar um vikuskiftið

Manshondbóltur

Hóast fult umfar er í landskappingini hjá monnum um vikuskiftið, so telir tað ikki rættiliga við. Tað er eins og halda øll ondini í spenninginum um komandi vikuskiftið, tá FM-heitið verður avgjørt, og so má restin bara bíða.
Av dystunum hetta vikuskiftið er tað í veruleikanum bert tann í Havn, sum hevur nakað at siga. Kyndil hevur nevnliga framvegis møguleika at ogna sær silvurmerkini á seinasta leikdegi, men so krevur tað fyrst og fremst, at teir vinna sítt. Og lítið er at ivast í, at móti Tjaldri eru teir í øllum førum stórfavorittar.
Á Skála hitar StÍF upp til gulldystin við at taka ímóti Neistanum, og tó at talan á pappírinum ikki er um lætta mótstøðu, so er einki at ivast í, at strandingar eru favorittarnir. Sálarliga tóktust neistamenn eisini at vera farnir í summarfrí, tá teir taptu greitt fyri VÍF, og spurningurin er, hvussu langt upp teir kunnu sveiggja seg hesaferð.
Seinasti dysturin er í Hoyvíkarhøllini, har sambúgvarnir, H71 og KÍF skulu gera av, hvør teirra skal av næst niðasta sessinum. Nakran favoritt er trupult at peika á her, tí seinastu umførini hava bæði liðini greitt sýnt, at fyri teirra viðkomandi er árið liðugt. Spurningurin í so máta verður tí helst, hvat av liðunum spælir minst vánaligt hendan dagin.