Helmingurin av teimum 25 tonsunum, sum vóru á telefonuppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, var upsi, og fóru allar støddirnar fyri 10,00 krónur fyri kilo.
Umleið sjey tons vóru av hvítingi, sum fekk meðalprísin 7,74 krónur. Smá fýra tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 9,23 krónur og hýsa III fyri 9,27 krónur fyri kilo. Nakað var av havtasku, og tað mesta fór fyri 33,10 krónur í meðal fyri kilo.
Tey 25 tonsini, sum vóru á dagsins uppboði, fóru fyri 277.000 krónur.