Lítil fiskur í vænti hesa vikuna

Fiskakeyparar hava trupult við at fáa fatur á fiski. Í so máta verður henda vikan einki undantak

Í vikuni eru ikki útlit til, at nógvur fiskur fer at koma upp á land.
Væntandi er, at í mesta lagi trý línuskip koma inn at landa.
Eitt línuskip fiskar tosk og hýsu, og eitt fiskar kalva. Síðan er eitt línuskip undir Íslandi, ið fiskar tosk, hýsu brosmu og longu.
Kambur er á veg yvir á Flemmish Kap, eitt línuskip er á veg til Eysturgrønlands, og eitt línuskip er á veg til Íslands.
Hesi skipini koma ikki inn at landa hesa vikuna.
Fleiri línuskip hava verið inni, og Fiskamarknaður Føroya segði í sínum metingum fríggjadagin, at fleiri línuskip væntandi fóru at loysa um hvítusunnuna - og fleiri fara helst til Íslands at fiska.
Sum henda vikan gongur, harðnar streymurin, og veðurútlitini eru ivasom.
Tí verður heldur ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.

Myndatekstur: (Toskur…. )

Enn ein vika við lítlari rávøru til fiskakeyparar