Lítil kantata til Frits (og gentukórið)

Her róðu teir fjørðin


Her róðu teir fjørðin,
og áirnar sungu
um roysni og brøgd
teirra gomlu og ungu.

Her róðu teir fjørðin,
ið lá sum ein sveiti,
og árarnar sungu
um Ennið og Leitið.

Her bygdu teir lendið
og plantaðu fræið,
ið nørdist og vaks
sum eitt náttúrukvæði.

Og áirnar sungu
og fjøllini kvóðu,
og fram gjøgnum øldirnar
aftur teir róðu.

Um tún og um teigar
væl livdi tann songur,
ið urtirnar sungu
í øldir og longur.

Og urtirnar syngja
um røkur og stíggjar,
her rógva teir aftur
á songirnar nýggjar.













Lennon/ McCartney: Blackbird


Syng mín fuglur nú ið náttin doyr
Tak nú mínar skerdu veingir - flúgv!
Flúgv og liv!
Endiliga løtan kom tá ið tú slapst á flog
Syng mín fuglur nú ið náttin doyr
Tak nú hesa blindu sjón – og sí!
Flúgv og sí!
Endiliga løtan kom – og nú tú fríur ert
Fuglur flúgv! Fuglur flúgv!
Inn í ta ljósu myrku nátt

Fuglur flúgv! Fuglur flúgv!
Inn í ta ljósu myrku nátt
Syng mín fuglur nú ið náttin doyr
Tak teir skerdu veingir – og lær og flúgv!
Liv og flúgv!
Endiliga løtan kom tá ið tú slapst á flog
Endiliga løtan kom tá ið tú slapst á flog
Endiliga løtan kom tá ið tú slapst á flog




























Heilsan til Frits



Tær fagna vit við blómum og við orðum,
sum vakti songdís Føroya upp úr dvala;
í grønum líðum og í brøttum skorum
vit hoyra hennar føgru tónar tala.

Vit minnast árini, tá tú vart ungur
og vón og ynski sýndu tínar dygdir;
sum meistarin tú loysti vára tungur
og gleði bar til allar Føroya bygdir.

Svá spælir tíðin sum hon altíð spældi
á ævinleikans hørpu gjøgnum øldir;
vit syngja enn fram tað, ið løtan fjaldi,
sum var og er tær himins stjørnufjøldir.

Ja, stjørna tín er kveikt í okkar huga,
og songin goyma vit í hjarta inni:
ei finst hjá tær á fold og himnaboga
ein betri heimur enn várt egna minni.

Í dag nú songdís Føroya letur ljóða
á ungum gentuvarrum sínar søgur,
skal hugur okkar tær ein himmal bjóða,
sum er hin víðfevndi og grøni bøur.
----------
Alexandur Kristiansen