GÍ-B36
Gøtumenn eru í vanda fyri at flyta niður. B36 hevur undan síðsta umfarinum bestu kortini á hondini í kappingini um meistaraskapin.
Í Sarpigerði sunnudagin sást einki til, at talan var um botn móti toppi, og serliga fyrra partin av 1. hálvleiki var tað illa sperda heimaliðið, sum leikliga var omaná.
B36 var sera avmált. Teir tóktust ikki ætla sær at lata nakað frá sær. Heldur ráddi tað um við væl skipaðum verjuspæli og nógvum spælarum aftanfyri bóltin at halda tætt og at bíða eftir, at GÍ skuldi vága sær fram á vøllin.
Gøtumenn vóru ágangandi, men teir hugsaðu eisini nógv um verjupartin. Popczynski var einsamallur á toppinum, og Sámal Joensen, sum undan næstsíðsta umfarinum hevði skorað ella av 32 GÍ málum (Súni Olsen sum er í Danmark hevur skorað níggju!), var mest verjukendi miðvallarin. Hann fylti nógv í verjupartinum, men tað bar honum ikki til, sum hann annars hevur verið so góður til, at søkja í dýpdina og harvið at vera hóttan móti mótstøðumálinum.
B36 saknaði leikbannaða Inga Højsted og Mikkjal Thomassen, sum ikki hevði møguleika at spæla, á miðvøllinum. Teir royndu at binda um í verjupartinum, men teir kundu einki gera, tá ið Áslakur R. Petersen, sum nú aftur hevur fingið leiklutin á høgra vongverja, sendi eitt av sínum frágera góðu fríspørkum móti málinum hjá Jákupi Mikkelsen.
Fjarstøðan var einar tredivu metrar, og bólturin fór dygst upp undir samankomingina til høgru fyri Jákup. Eitt upplagt evni til ársins mál, og undir skýlinum frammanfyri GÍ húsið var fagnaðurin, sum hann plagdi at vera í góðu og gomlu døgunum.
B36 kvaklaðist við, tá ið heimaliðið hevði lagt seg á odda. Teir fluttu seg eitt sindur longri fram, og teir høvdu onkrar góðar atsóknir. Sum so ofta so var tað serliga í vinstra borði, at teir bygdu upp, og aftur hesa ferð var Santos sentralur. Samanspæl millum hann og Wellington, sum hesa ferð hevði fingið leiklutin sum hangandi álopsspælari aftanfyri Allan Mørkøre, endaði við fløtum innleggi, og landsliðsspælarin Bergur Midjord var fyrstur á og stýrdi bóltinum í málið.
Eftir steðgin kom bara eitt mál. Fróði Benjaminsen hevur fleiri ferðir í ár ikki verið so eyðsýndir, tá ið tað hevur verið pláss fyri honum á miðvøllinum, sum hann ofta hevur verið áður. Hesa ferð setti hann rættuligan dám á. Saman við Klæmint Matras vann hann í 2. hálvleiki slagið um sentrala partin av vøllinum, og Fróði skoraði sigursmálið, tá ið seinna umfarið var tríggjar minuttir gamal. Sum fleiri aðrar ferðir sunnudagin, so var hann nógv hægstur í hesum førinum, og við høvdinum smekkaði hann bóltin í málið aftanfyri Marcel Dawid, ið er komin fyri seg aftur eftir langa skaðasteðgin.
Fyri GÍ var tað smeitur, at Sámal Joensen noyddist av vøllinum. Síðstu løtuna royndu teir seg við trimum álopsspælarum, teir spældu nógv við longum sendingum, og í einstøkum førum var tað nær við og næstan. Men sum heild hevði B36 tak á tí. Tað er eyðkent fyri topplið, at tey fáa fulla úrtøku burturúr tøttum uppgerðum, og tað er eyðkent fyri botnlið, at tey fáa einki burturúr tøttum uppgerðum. Soleiðis var tað eisini í Gøtu sunnudagin!