Andrés Iniesta var borin í heim tann 11. mai í 1984 í lítlu bygdini, Fuenealbilla, sum við sínum 2.000 íbúgvum liggur sum ein lítil prikkur á spanska kortinum, miðskeiðis millum Valencia eystanfyri og Albacete vestanfyri.
Sum smádrongur var lítli Andrés raskur í skúlanum, men so skjótt sum skúlatingini vóru fingin frá hondini, snúði alt seg um fótbólt. Rættiliga skjótt syrgdi spenti pápin fyri, at sonurin slapp at spæla ungdómsfótbólt í næsta stórbýnum, Albacete, hóast 90 kilometrar skuldu koyrast hvønn vegin.
Tá Andrés saman við liðfeløgunum var til eina kapping í 1996, sóu áskoðararnir beinanvegin, at hesin lítli við fimmtalinum á rygginum var nakað fyri seg. Hann fekk heiðurin sum besti spælari í kappingini, og tað skuldi fáa stóran týdning, at millum áskoðararnar sat Radomir Antic, ið seinni skuldi gerast venjari í FC Barcelona.
Hann lá ikki á boðunum, men læt talentskótarnar hjá Barca fáa at vita um evnaríka drongin, og saman við viðmælinum gjørdi Antic eisini eina lítla viðmerking, ið heldur ikki bleiv til skammar. »Hann fer at umboða spanska landsliðið,« skrivaði hann niðast í viðmælinum.
Beinanvegin valdi FC Barcelona at fylgja ráðunum frá Antic, og so skjótt boðini komu til lítlu heimbygdina hjá Andrés, fortaldi pápin fyri honum, hvussu stórir møguleikarnir fyri menning vóru í fótbóltsskúlanum hjá FC Barcelona, »La Masia«, har hann skuldi búgva og fyrst og fremst spæla fótbólt.
Longdist illa
Eitt krav var kortini til unga mannin, sum lágvaksin sá uppaftur yngri út enn síni 12 ár, at hann við familju síni skuldi flyta úr tryggu umstøðunum í Fuentealbilla til stóra milliónabýin. Og hetta bleiv eisini beinanvegin ein trupulleiki, tí eftir bert fáar dagar í Barcelona fór Andrés at longjast.
Heimlongsulin var so stórur, at abbin og pápin gjørdu seg klárar at koyra hann aftur til Albacete, men tað kom tó ongantíð so langt, at hann setti seg í bilin. – Mamma mín tosaði teir til rættis, so tað er henni fyri at takka, at eg helt fram í »La Masia«, sigur Andrés, ið minnist aftur á fyrstu tíðina sum sera torføra, tí ofta sæt hann uppi um náttina og græt.
Men so við og við gjørdist hann væl við hinar dreingirnar í fótbóltsskúlanum, og so var leyst og liðugt. – Tað var sum at sleppa einari familju, men afturfyri at fáa eina nýggja, sigur Andrés um vinirnar frá fótbóltsskúlanum, sum í besta eftirskúlastíli er ein gomul borg, har teir ungu dreingirnir sluppu at spæla sær, til onkur av teimum vaksnu kom at sløkkja ljósið. Tá skuldi vera friður.
– Vit plagdu um næturnar at spæla bólt úti á gongini, har vit brúktu durastavirnar sum stengur. Men so skjótt sum vaktin kom, skundaðu vit okkum inn á kømrini og lótu, sum um vit svóvu, sigur Andrés Iniesta, ið framvegis var líka íðin og nærlagdur, sum hann var tað í heimbygdini.
Skrivaði søgu
Eftir blóð, sveitta og tár í samfull fýra ár á skúlanum, kom Andrés Iniesta langt um leingi upp í part millum teir vaksnu. Teirra millum var Luis Enrique, ið skuldi hjálpa honum at falla til. Soleiðis er mannagongdin í »La Masia«, at ungdómsspælararnir fáa ein vaksnan sum mentor, ið hjálpir teimum og leggur lag á.
Longu árið eftir var Iniesta við í sínum fyrsta Champions League-dysti fyri FC Barcelona, og hetta gjørdist byrjanin á einum stórum tíggju ára skeiði fyri hann og fleiri aðrar spælarar frá »La Mansia«. Síðani hevur hann saman við spanska stórfelagnum verið við til at vunnið spanska meistaraheitið fýra ferðir og Champions League tvær ferðir.
At hann er høgt í metum í felagnum, undirstrikar venjarin, Josep Guardiola, soleiðis: – Hann litar ikki hárið og hevur ongar tatoveringar. Tá hann er sloppin at spæla 20 minuttir í einum dysti, gremur hann seg ikki, og allir í hópinum vita, at hann er tann besti. Eg havi sagt við spælararnar í ungdómsdeildini, at Andrés átti at verið teirra fremsta fyrimynd.
Undan HM-endaspælinum í 2006 varð Andrés Iniesta fyrstu ferð úttikin til spanska landsliðið, har hann í fyrsta umfari tó bara fekk ein dyst. Men síðani hevur hann bitið seg fastan á »La Roja«, har tað higartil er blivið til 49 landsdystir og átta mál.
Sunnukvøldið var drongurin frá Fuentealbilla maðurin, ið syrgdi fyri, at Spania vann sítt fyrsta HM-gull nakrantíð, so nú kunnu hann og hinir breggja sær av, at bæði europameistari og heimsmeistari standa á visittkortinum.