Lítil stórveldi

Bæði Ongland og Týskland vórðu týskvøldið send heim úr EM-endaspælinum

Tað er ikki á hvørjum ári, at týskarar soleiðis uttan víðari verða sendir heim úr nakrari fótbóltskapping í úrtíð.

Meira konkret, kann sigast, at hetta er fyrsta ferðin síðani 1984, at týska landsliðið ikki er komið víðari úr innleiðandi bólkaspælinum í einum endaspæli.


Í aldudali

Tað ferðina varð tað ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, av seinasta dystinum í bólkaspælinum, at Týskland mátti lúta fyri Spania.

Hesu ferð er nakað øðtvísi, tí Týskland hevur als ikki prógvað, at teir í løtuni teljast millum bestu liðini í Europa, og tað gera teir helst heldur ikki.

Úrslitið hevur við sær, at týski venjarin hevur sagt seg úr starvið. Atfinningarnar móti honum hava alla tíðina verið nógvar, serliga tí hann hevur nýtt so nógvar gamlar leikarar. Spurningurin hevur tá alla tíðina verið, um hann hevur havt aðrar møguleikar.

Týskur fótbóltur er nevnliga í einum djúpumk aldudali í løtuni. Gaman í standa fleiri av týsku feløgunum seg væl í europeiskum høpi, men í flestu førum er hetta orsakað av teimum útlendsku leikarum, sum liðini hava knýtt at sær. Eitt gott barometur fyri støðið er eisini, at tað í dag eru nógv færri týskir leikarar, sum royna seg hjá stóru feløgunum í Spania og Italia.

Líkt er tí til, at líkamikið hvør verður settur sum nýggjur týskur venjari, fær eina uppgávu, sum nærum er ógjørlig. Áskoðararnir vilja síggja úrslit, men við leikaratilfarinum, sum Týskland hevur í løtuni, er vandi fyri, at vónirnar nú eiga at skrúvast nakað væl niðureftir.

Við í 88 minuttir

Ongland skuldi bert hava javnleik í dystinum móti Rumenia, fyri at tryggja sær sess í fjórðingsfinaluni.

Eftir eina vánaliga byrjan, har Rumenia beinavegin kom á odda, eydnaðist tað tó onglendingum at koma á odda beint fyri hálvleik.

Rumenia svaraði tó skjótt aftur, og meginpartin av seinna hálvleiki var líkt til, at javnleikur skuldi gerast úrslitið.

Gary Neville man neyvan minnast hendan dystin við gleði, tí stutt fyri leiklok, var hann atvoldin til, at rumenar

fingu brotsspark, sum eisini skuldi vísa seg at vera avgerandi fyri dystin.


Farvæl til Shearer

Tapið hevði við sær, at enski liðskiparin, Alan Shearer, nú hevur leikt sín seinasta landsdyst.

Undan endaspælinum boðaði hann frá, at hann gavst á landsliðnum eftir EM, og hetta stendur hann fast við.

Hinvegin hevði rumenski sigurin við sær, at ein av heimsins bestu leikarum seinastu árini, Gheorge Hagi, nú hevur møguleikan at siga farvæl á ein virðiligan hátt.

Orsakað av tveimum gulum kortum var hann nevnliga leikbannaður til dystin móti Onglandi, men nú fær hann so enn ein møguleika móti Italia, sum higartil hevur verið óvanliga sterkt, og hevur vunnið allar dystirnar í sínum bólki.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«