Lítil vøkstur í Evropa

Evropeiska hagstovan Eurostat sigur, at búskaparvøksturin í evrulondunum var 0,2 prosent í øðrum ársgjórðingi samanborið við fyrsta ársfjórðing. Hetta er fyrstu ferð síðani 2009, at annar ársfjórðingur hevur roynst so illa.

Tey nýggju tølini eru eitt sindur verri, enn greinarar høvdu væntað, men Portugal klárar seg hinvegin heldur betur enn væntað.

Fyrr í dag komu tølini fyri búskapargongdina í Týsklandi, og tey vóru ikki serliga hugaligur lesnaður, skrivar NTB. Tann størsti búskapurin í Evropa hevur havt stóran framburð í longri tíð, men er næstan steðgaður upp nú. Vøksturin frá fyrsta til annan ársfjórðing var bara 0,1 prosent.

Tølini frá týska búskapinum ávirkaðu alt fyri eitt virðisbrævamarknaðin í Frankfurt.