Lítil viðmerking

Undirritaða er ikki valevni til býráðsvalið í november mánaða, so hetta er ikki ein valgrein, men meira ein viðmerking og spurningur til býráðslim og valevni Tjóðveldisfloksins, Klæmint Olsen.

Í valgrein nevnd ?Beata og Snarskivan?, sum stílað er til eitt av valevnum Sambandsfloksins, leggur Klæmint Olsen undirritaðu undir ikki at vilja hava samstarv við Tjóðveldisflokkin, og at hava sagt nei takk, tí flokkurin ikki var nóg góður. Hann sammetir enntá Tjóðveldisflokkin við ?fríggjara?!

   Hvar hevur Klæmint Olsen hoyrt hasa søguna? Sjálv kenni eg onki til hana, tí Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokurin fingu ongantíð høvi at tosa saman.

   Annað umboðið hjá Javnaðarflokkinum kom á fund við Sambandsflokkin dagin eftir valið, so sum avtalað var millum hana og Sambandsumboð longu uppi í Ítróttarhøllini valkvøldið, meðan undirritaða sat bundin av tímalangari sjónvarps- og útvarpssending í somu høll. Hetta kunnu tey, sum luttóku á fundinum á býráðsformansskrivstovuni dagin eftir vátta.

   Ongin okkara segði, at Tjóðveldisflokkurin ikki skuldi við í eina møguliga samgongu, men vit høvdu okkara tankar, tí sum vit longu tá hildu okkum vita, so kom Javnaðarumboðið beint av fundi hjá tí samgongu, sum gjørdist veruleiki somu nátt!

   Sum nevnt, so náddu vit ikki at tosa við Tjóðveldisflokkin, og samráðingar vóru ongar, sum annars hevði verið ein meira virðilig loysn, eisini tá eitt samstarv verður sagt upp.

   Tí haldi eg, at Klæmint Olsen skuldi greitt frá, hvaðani hann hevur umrøddu søgu.


Lisbeth L. Petersen