Lítil virðing fyri einum starvsbólki

Radiografarnir eru nú í arbeiðssteðgi, tí teir fáa ikki somu viðbøtur, sum sjúkrasystrar, ið gera sama arbeiði. Joan Hentze, forkvinna í felagnum Radiografar í Føroyum, heldur, at Fíggjarmálastýrið vísir radiografunum lítla virðing

Dagfinn Olsen


Enn er óvíst, hvussu langur arbeiðssteðgurin hjá radiografunum verður. Heldur ikki er víst, hvørt onnur stig verða tikin.

Joan Hentze, forkvinna í Radiografar í Føroyum, sigur, at tey als ikki vita, hvussu longi arbeiðssteðgurin, sum byrjaði mikumorgunin klokkan 8, fer at standa við.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at arbeiðssteðgurin kemur eftir, at radiografar síðani 7. juni 1999 hava roynt at fáa lønardeildina á tal um sáttmálaviðurskiftini, men uttan úrslit.

Fundur var tó millum lønardeildina og felagið tann 20.03. í ár og í skrivi tann 31.03 boðar lønardeildin frá, at loysn verður funnin fyrsta dagin.


Lítil virðing

Síðani hava radiografarnir næstan dagliga heitt á lønardeildina um fund, samstundis sum boðað hevur verið frá, at fyriliggur einki ítøkiligt tekin um vilja til loysn, so kennir felagið hjá radiografunum seg noytt at seta tiltøk í verk.

Í tíðindaskrivi sigur felagið, at lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum hevur ikki so mikið, sum svarað uppá hesar áheitanir.

Joan Hentze sigur, at myndugleikarnir á henda hátt vísa einum starvsbólki sera lítla virðing. Hon sigur, at Fíggjarmálastýrið ikki ynskir enn eitt felag at samráðast við og at hetta hevur verið nýtt sum grundgeving, umframt at radiografarnir eru ein sera lítil starvsbólkur, bert seks í tali.

Joan Hentze leggur tó dent á, at myndugleikarnir sjálvir í 1989/90 kravdu, at radiografarnir skipaðu seg í bólk.


Viðbøtur

Ósemjan snýr seg um, at radiografarnir ganga eftir sama sáttmála, sum sjúkrasystrarnar. Nakrar av sjúkrasystrunum hava verið á skeið, fyri at kunnað seg um starvsøkið hjá radiografum. Sjúkrasystrarnar hava fingið í sín sáttmála, at tær fáa viðbøtur, tá tær gera arbeiðið, sum radiografar gera. Tá radiografarnir taka sær av hesum, liggur ikki fyri hjá teimum at fáa viðbót. Sostatt hava teir lítið gagn av nýggja sáttmálanum hjá sjúkrasystrunum.

Joan Hentze sigur, at Sjúkrasystrafelagið ikki vildi uppí part, tá hini fakfeløgini samdust um at lýsa samhuga við radiografunum, samstundis, sum noktað varð limum at taka upp arbeiði hjá radiografum.

Joan Hentze metir, at Sjúkrasystrafelagið mótarbeiðir radiografunum í hesum málinum.

Enn er ógreitt, hvussu longi arbeiðssteðgurin hjá radiografunum stendur við. Joan Hentze vil tó ikki siga, hvørt hon metir bóltin liggja hjá radiografunum, ella Fíggjarmálastýrinum. Hon sigur, at radiografarnir hava sent rykkjarar dagliga teir síðstu 14 dagarnar og at hetta mugu tey halda fram við um einki hendir.

- Ella kanska vit mugu taka telefonhornið í hond, sigur Joan Hentze, forkvinna í Radiografar Í Føroyum.