Terje Vestergaard er uppvaksin í Sumba, men flutti sum 15 ára gamal saman við foreldrunum til Skálafjarðar. Hann er útbúgvin sølumaður, og lærdi hjá Marstein í Havn, men gongur nú á fjórða ári á Føroya Læraraskúla, har hann hevur valgt tónleikalinjuna. Hann er giftur Birnu, sum fekk læraraprógv í summar, og saman eiga tey børnini Maritu, sum er 15, Hans Terja, sum er 7 og Dánjal, sum er 5. Henda greinin er um mannin, ið altíð hevur verið virkin í bakgrundini, og sum hevur nógv jørn í eldinum í senn.
Fjølbroytt tónleikalív
Terje hevur altíð verið virkin innan tónleik, og leiklutirnir hjá honum hava verið, og eru enn nógvir.
Sum 10 ára gamal byrjaði hann at spæla tónleik, tá hann gjøgnum tónleikaskúlan, lærdi at spæla kirkjuorgul hjá Jóannes Nolsøe í Vági. Men skjótt skifti hann frá tí klassiska yvir til tað meira rytmiska, sum dróg meira. Hann fór tá undir at spæla populer- og popptónleik, umframt at hann skifti urguna út við klaver, og fór samstundis undir at spæla bassguitar. Í dag angrar hann, at hann skifti so tíðliga.
- At eg skifti so skjótt frá tí klassiska til tað rytmiska, angri eg í dag. Førleikin at læra frá sær liggur í tí teoretiska partinum, millum annað í nóta- og taktlæruni, og av tí sama haldi eg at tónleikaskúlin í dag ger eitt frálíkt arbeiði, sigur Terje Vestergaard.
Tá hann sum 15 ára gamal so flutti við foreldrunum til Skálafjarðar, byrjaði hann at spæla í Kelduni í Skálafirði. At byrja við spældi hann til møtir, men seinni gjørdi hann sjálvur bólkin >> Terje og teir <<, har hann sjálvur var forsangari. Tá var tað meira 80’ara rokkurin, sum tiltalaði, og í sínari tíð vóru teir slóbrótandi í Føroyum, við tað at teir tóku sálmar og sangir og rokkaðu teir upp, nakað sum er sera populert í dag.
Hevur altíð verið breiður í tónleikinum
At byrja við spældi hann klassiskan tónleik, men skifti síðani yvir til rytmiskan popptónleik. Harfrá gekk leiðin til rokkin, og uppaftur víðari yvir til countrytónleikin. Hann hevur spælt saman við fleiri kendum nøvnum, so sum Alex Bærentsen, Magna Christiansen og Lisu Fredriksberg, og serliga nógv saman við teimum báðum síðst nevndu. Har hevur hann verið klaverleikari og bakgrundssangari.
Eina tíð spældi hann eisini saman við >> Anniku og Sigrið << , har tey millum annað vóru uttanlands, og hesa tíðina minnist hann aftur á sum eina serliga spennandi tíð.
- Eg havi altið verið breiður í tónleiki, men tað mesta av tíðini hevur verið innanfyri Kelduna, har eg havi verið við í felags- og lovsangi. Hetta er eisini tað, sum eg brenni allarmest fyri, greiðir Terje Vestergaard frá.
Gospel skal ganga á odda
Í Kelduni er Terje Vestergaard eitt kent andlit. Har er hann fyriskipari av tónleikatiltøkunum, og hevur verið tónleika- og lovsongsleiðari. Men hetta er ikki nakað nýtt fyri hann.
Síðani fyrst í 90’unum hevur hann, saman við Tummas Jákup Høj og Leif Høj havt TLT Booking, og teir hava verið við til at skipa fyri fleiri tiltøkum síðani tá. Hann var eisini við til at skipa fyri tí næsta gospelfestivalinum í Norðurlandahúsinum í 1985, umframt at hann eisini var við til at stovna Føroya Gospeltónleikarafelag.
Hóast hann hevur verið við í øllum hesum, hevur hann ongantíð hildi seg til at standa í framljósinum.
- Eg leggi einki í, um eg persónliga ikki komi fram í ljósið. Tað einasta eg leggi dent á, er at gospeltónleikurin kemur fram, greiðir Terje Vestergaard frá, meðan eitt lítið, vinarligt bros sníkir seg fram.
Hann heldur at gospeltónleikurin eigur at ganga á odda, og at tað er har tey eiga at royna at fáa allar teir dugnaligu tónleikararnar fram.
- Tónleikaumhvørvið er sum ein urtagarður. Betri tú røkir hann, vakrari blómur fær tú. Hetta sær tú eisini aftur í Føroyum. Teir dugnaligastu tónleikararnir, vit eiga, koma haðani tónleikaumhvørvið hevur verið væl røkt. Vit hava Eivør úr Gøtu, har TUTL hevur gjørt eitt megnararbeiði. Teitur Lassen hevur sínar ungu dagar gingið í Tórsgøtu í Havn og verið inni í Margarinfabrikkini. Jógvan Hansen er uppvaksin í Klaksvík, har tónleikalívið altíð hevur verið væl røkt. Tað við hesum í huga, at vi hava bygt nýggja húsið hjá Kelduni, har akustikkurin er í topp og tónleikaumstøðurnar eru fyrstafloks, leggur Terje Vestergaard dent á.
Fantastiskt samstarv í nevndini
Tejre Vestergaard er ein av 6 monnum í nevndini, sum skipar fyri Fjarðafestivalinum. Hinir eru Eyðun Jacobsen, Pól Frits Høj, Tummas Jákup Høj,Vinjard Johansen og Helgi Justinussen. Hesir eru royndir menn, og Terje Vestergaard sigur, at nevndin er fantastisk at samstarva við, og at teir allir eru persónar, sum vilja gera nakað munagott fyri kristna tónleikin.
- Har eru nógvar ymiskar uppgávur, og aðrar eru meira sjónligar enn aðrar. Men allir í nevndini gera eitt megnararbeiði, staðfestir Terje Vestergaard.
Terje Vestergaard fór upp í felagið >> Adore Music << í 2003, og longu tá hevði formaðurin dreymin um at gera ein kristnan festival. Motivatiónin kom frá teimum festivalum, sum man fór undir í 90’unum, og sum dottu niðurfyri aftur.
- At byrja við gjørdu allir alt, men vit lærdu av tí fyrsta festivalinum, at ábyrgdarøkini máttu býtast út. Men hóast vit hava hvør sítt ábyrgdarøki, eru enn nógvar felagsábyrgdir, og allar stórar avgerðir verða tiknar í felag, greiðir Terje Vestergaard frá.
Í Festivalhøpi hevur Terje Vestergaard ábyrgd av at syrgja fyri teknisku detaljunum, tað vil siga at fáa fatur á ljóðførum til útlendsku bólkarnar og fáa fatur á ljóðútgerð til tiltakið. Meðan festivalurin koyrir, virkar hann sum stage master, og hevur ábyrgd av at fáa alt at koyra sum tað skal.
Hevur høgar ambitiónir
Fjarðafestivalurin seinasta ár mundi komið illa fyri av tí ringa veðrinum, og øll uttandura tiltøk máttu avlýsast ella flytast inn. Hóast hetta, so vóru eini 2000 fólk á Fjarðafestivalinum í fjør, og tað sum ikki fekk verið uttanfyri, varð bjargað innandura. Fyrireikararnir hava tó aftur sett sær høg mál í ár.
- Føroyingar eru soleiðs, at teir keypa ikki atgongumerki fyrr enn beint áðrenn festivalurin fer í gongd. Veðrið spælir altíð inn, og er fyri so vítt altavgerandi fyri hvussu festivalurin eydnast. Men um forsøgnirnar halda, so vænta vit møguliga tað dupulta í ár. Vit standa einki aftanfyri aðrar festivalar, heldur ikki tónleikaliga, og tað er bara høvdið, ið setur avmarkingarnar. Tí haldi eg at vit kunnu loyva okkum at seta okkum sjálvum høg mál, og royna at arbeiða fyri at náa hesum málum, staðfestir Terje Vestergaard.
Samstundis greiðir hann frá, at Fjarðafestivalurin verður størri og betri í ár, enn undanfarin ár. Fyriskipararnir hava fleiri royndir, og tónleikabreiddin er størri í ár. Sigast kann, at Fjarðafestivalurin 2008 er vorðin meira fólksligur, og væntast kann, at hann aftur í ár verður eins væl skipaður og væl fyrireikaður, sum undanfarin ár. Eftir er bert at bíða eftir veðrinum.