Leygardagin 20. juni var ikki sørt av spenningi í luftini á bryggjuni í Hvalba, har sluppin Johanna lá, og tá klokkan nærkaðist 14 høvdu eini 50 ferðafólk leitað sær umborð. Leiðin gekk út á Lítlu Dímun. Forkunnugt ferðamál, tí oyggin er óbygd, hon er ogn, og vanliga slepst ikki út á oynna.
Men hvalbingar, ið eiga oynna, hava tikið upp nýggjan tátt. Nú er tað ikki bara seyður og fuglur, ið er í huganum, tá umræður Lítlu Dímun. Nú eru teir farnir undir at nýta oynna í ferðavinnuhøpi. Fyri rímuligan penga sleppa ferðafólk at uppliva brattlendi á óbygdari oyggj, ið annars hevur ligið fjarskotin, og ikki hevur uttan víðari – og uttan neyðug loyvi – verið møguligt at vitja oynna.
Og fyri alt tað er tað ikki hvørsmansføri at sleppa upp, og annars ferðast á rókum og ræsum, hjá ókendum.
Umframt tey 50 ferðafólkini, vóru eini 20 staðkendir hvalbingar við á ferðini, og tóku teir sær væl av teimum ferðandi, tá gangast og klintrast skuldi av helluni, og niðan á oynna, og annars á allari ferðini. Á bryggjuni beyð Róin Schrøter ferðafólkunum vælkomnum og greiddi frá, hvat henda skuldi fyrsta part av ferðini, og síðani stevndi Johanna frá bryggju, og ferðafólk og staðkendu hvalbingarnir sungu ”Lít Allar Tínar Leiðir”.
Hetta var fyrstu ferð hvalbingar gera slíka ferð við so stórum ferðalag, og eisini fyrstuferð, at ligið varð nátt við ferðafólki. Og ferðalagið fekk eina ógloymandi uppliving, har gingið varð upp frá helluni, vitjað varð í húsunum, har hvalbingar halda til, tá teir eru í oynni, vakra náttúran kundi njótast ovast á stóru fløtuni, har etið, sungið og dansað varð, innan tey flestu leitaðu sær soviposan fram, gangast skuldi oman aftur av oynni, og eftir góðari rás, og at enda skuldi so sígast niður av oynni, og í árabát, ið bíðaði undir oynni.
Hvalbingar eiga oynna, og vísti tað seg um vikuskiftið, at oyggin er gott ferðavinnumál. Hvalbingar vístu seg eisini sum góðar ferðaleiðarar og fyriskiparar, og í allar mátar fingu vit ferðafólk eina fantastiska ferð og eina uppliving, ið vit ongantíð gloyma. (Sí myndatema á www.portal.fo).
Lítla Dímun
At koma sær í bátin, og at sleppa upp á helluna, gekk avbera væl hjá øllum, tí líkindini vóru av teimum allar bestu. So skuldi gangast og klintrast upp eftir helluni, fyrst at vitja gamla húsið og hellið, har onkur góð huldusøga eisini varð søgd, og síðani at ganga niðan á fyrsta slættan, Múlin nevndur.
Av Múlanum sást brádliga Smyril koma framvið undir oynni, og veitraðu vit sjálvsagt dúgliga, nú eini 70 fólk vóru stødd á hesi óbygdu oyggj.
So var at koma sær heilt niðan á, og leiðin gekk frá Múlanum og niðan gjøgnu eina líð, sum næstan var loddrøtt, og sum ikki var nakar stuttur teinur heldur. Tað var í hesi líðini, at verkir í beinum, ryggi og aðrastðir komu. Men niðan komu øll, fyrr ella seinni, og onki var heldur at skunda sær til, tí her var ongin klokka, ið taldi minuttir.
Tá øll vóru komin niðan á Rávuna, stóra fløtan ovast á oynna, fóru fólk at kunna seg við tjaldið, um wc møguleikar, og at vitja hægsta punkt á oynni, Rávukoll, ið er í 414 metra hædd.
Øll savnaðust so, ein biti varð etin, sangir sungnir, og Róin Schrøter greiddi so eitt sindur frá tí søguliga viðvíkjandi Lítlu Dímun.
Hvalbingar keyptu oynna í 1850 á uppboðssølu, og er hetta helst einasta uppboðssøla av jørð ella ogn, ið verið hevur í Føroyum.
Í 1917 fór donsk skonnart á land í Lítlu Dímun, og 17 mans lógu fastir á oynni í 17 dagar, fyri at klárað seg høvdu teir tá etið tveir seyðir. Annars var nógv at greiða frá um oynna, og eisini um huldufólk, ið sigat halda til har.
Sól upp og niður
Hvalbingarnir høvdu frá tíðliga á morgni fyrireikað og skipað fyri, millum annað høvdu teir í dunkum borið einar 50 litrar av vatni niðan á oynna, ið annars bert hevur eina keldu, og vatnið varð so gjørt…, nei ikki til vín, tí rúsandi løgur var forboðin á túrinum, og púra óneyðugur eisini, men til góða, heita suppu, ið kom væl við, og so eisini til kaffi og tea, ið eisini gagnaðist væl. Fólk hugnaðu sær við góðum bitum og sangi, og vøkur var sjónin, tá sól fór í kav vestanfyri. Nøkur løgdust í tjaldið, meðan onnur sungu og søgdu søgur, men klokkan 03:30 vóru øll á fótum, tí tá kom sólin upp, og var tað ein sjón, ið ikki fer úr minninum aftur. Reyðgulur var himmalin allur, og sólin sum ein appelsin. Slíkt er heilsubót fyri likam og sál.
Meðan vakra sjónin stóð, sungu fólk eittnú Føroyar og Lítið yvir Føroya land. Eisini varð dúgliga tosað og gitt um, hvør handan ella handan oyggin var, ella hatta fjallið ella hasin tangin, og at enda var niðurstøðan, at har vit stóðu á lítla blettinum í sólgylta havinum, sóu vit nærum allar oyggjar í Føroyum, heilt norður til norðatu Norðoyggjar, og kanska var onkur einstøk oyggj, ið lá afturundir, men tey kønastu hildu seg telja eini 16 ella 17 oyggjar. So klárt var í veðrinum, og so væl sæst kring landið. Hugvekjandi, tá ein stendur á einum bletti, ið er 0,8 m2 til støddar.
Um fimm tíðina sunnumorgun 21. juni var sungin morgunsongur – sangur um Lítlu Dímun, alt meðan morgunroðin litaði lofthavið.
So varð pakkað, og ferðin niður av oynni byrjaði. Oman brøttu líðina aftur, og so eftir rás til annað og nýggjari hús. Har var eisini staðið, har vit skuldu síga niður av oynni. Tey sum vildu, sjálvsagt. Men væl gekk, og at enda kom hvør og ein av ferðafólkunum av oynni hangandi í línu við sterkum og væl talandi hvalbingum á tromini.
Undir bíðaði árabátur, og so var at sleppa sær umborð á Johonnu. Tá øll vóru umborð á Johonnu, setti sluppin kós á Hvalba, ferðalagið sang ”Og tøkk at tú meg hevur vart..”, tá lagt varð at bryggju, og í Roynhøllini bíðaði heit súpan við kjøtbollum. Frálíkt!
Tøkk fái hvalbingar fyri túrin!! Hann er ógloymandi, og kann ikki lýsast í orðum, har eru myndirnar meira sigandi. Og sterkastar eru myndirnar, ið goymast í huganum, tí slíkt skal upplivast.
Einasti vandi er nú, at hvørjaferð siglt verður við Smyrli framvið Lítlu Dímun, og ein av okkum 50 í ferðalagnum er umborð, so verður óúthaldiligt at sita okkum við lið, tí so nógv verður óivað reypað av ferðini í Lítlu Dímun í longsta degi í 2009.