FARVÆL
Har fall onki tár, tá Annlis Bjarkhamar boðaði frá, at hon hevði fingið sekkin sum landsstýriskvinna við mentamálum. Hetta er ein støðugur møguleiki, tá tú ert politikari á ovastu rók, heldur hon.
? Eg eri væl fyri. Tá tú tekur avgerðir, so noyðist tú eisini at vera til reiðar at taka avleiðingarnar. Eg havi gjørt mítt besta, og eg eri framvegis sannførd um, at eg onki galið havi gjørt, sigur Annlis Bjarkhamar.
Tað var málið um setan av landsantikvari, sum feldi Annlis Bjarkhamar. Hóast ein setanarnevnd í tveimum umførum mælti til at seta Símun V. Arge fornfrøðing í starvið, so gjørdi hon av at seta danan Steffen Stumman Hansen.
Løgmaður boðaði henni longu seint mánakvøldið frá, at hann fór at siga henni upp dagin eftir. Umleið klokkan 10 fyrrapartin týsdagin kom uppsagnarbrævið. Og eftir at Annlis hevði lisið brævið, helt hon seg kunnað staðfesta, at talan er um eina reina politiska uppsøgn.
? Eg eri ótrúliga lætnað um, at løgmaður ongastaðni vísir á, at eg havi framt eitt brot á nakra lóg ella reglu. Løgmaður hevur kannað málið í 14 dagar, men kann hann hvørki peika á fyrisitingarlógina, setanarpolitikk ella stýrisskipanina í sínum grundgevingum fyri uppsøgnini, sigur Annlis Bjarkhamar.
Í egnar hendur
Spurd, um tað ikki kortini er ímóti góðari siðvenju, tá fólk skulu setast, at hon er farin beinleiðis inn í málið og hevur viðgjørt tað fyrisitingarliga, svarar hon kortini játtandi.
? Tað er óvanligt, men hetta er eisini eitt óvanligt mál. Orsøkin er, at eg fekk ikki nakað nøktandi tilmæli frá setanarnevndini. Eg bað hana grundgeva gjøllari fyri sínari innstilling, men eg fekk onki nøktandi svar. Tí noyddist eg sjálv at gera tað arbeiðið. Fyrst spurdi eg meg kortini fyri á løgmansskrivsstovuni, og haðani fekk eg at vita, at tað hevði eg loyvi til, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon ásannar, at hon stendur í andsøgn til sítt egna embætisverk, og tað er óheppið. Men hon heldur hinvegin ikki, at hon blint eigur at fylgja teimum tilmælum, sum hon fær frá sínum fakfólkum.
? Er tað mín uppgáva at gera sum embætisverkið sigur? So nýtist okkum ikki politikarar. Eg skal taka eina avgerð, og tá tey ikki hava megnað at ráðført meg nøktandi, so má eg sjálv taka avgerðina eftir míni bestu sannføring, sigur Annlis Bjarkhamar.
Glað um fleiri mál
Hóast Annlis Bjarkhamar sostatt noyðist at lúta fyri einum lutvíst lítlum máli, so angrar hon onki. Men hon ásannar, at hon er kedd um, at hon ikki fær borið nøkur av teimum málum í land, sum hon hevur sjósett.
? Tað harmar meg, at eg ikki fái gjørt tað stóra arbeiðið, sum er sett í gongd við fólkaskúlanum. Tað er eisini við tógvi stríð, at eg havi fingið eina semju um, hvussu fólkakirkjan skal yvirtakast, og tað kundi eg sjálvandi eisini hugsað mær at gjørt liðugt. Men eg kann fegnast um, at eg havi fingið Tjóðpall Føroya lagdan fyri tingið, so hann kann setast á stovn í 2004. Og so fegnist eg serliga um, at eg havi fingið ungum menningartarnaðum eitt skúlatilboð eftir summarferiuna, tá tey fara úr Sernámsdeplinum, sigur Annlis Bjarkhamar.
Ongin kæra
Fyri nógv hevur málið um landsantikvarin verið eitt stríð millum embætisverkið og politikaran. Nú Annlis mátti lúta, kann tað tykjast, sum embætisverkið hevur valdið.
? Spurningurin er, hvør hevur valdið, og kanska er embætisvaldið størri, sigur Annlis, sum kortini ikki hevur hug at siga meira um tað.
Hon ásannar samstundis, at tað var stak óheppið, at setanarnevndin var mannað við hennara hægstu embætisfólkum, tí tað gjørdi, at hon varð fullkomiliga avbyrgd. Men hon heldur fast um, at ongin uttanífrá hevur trýst hana at taka eina avgerð. Hana eigur hon púra einasamøll.
Annlis hevur áður boðað frá, at hon ætlar sær at kæra málið fyri umboðsmannin, um løgmaður gekk ímóti hennara avgerð, men nú hon staðfestir, at løgmaður hevur tikið eina politiska avgerð, ger hon ikki meira við tann partin.
Próvtøkan kallar
Annlis Bjarkhamar fekk níggju mánaðir á hægstu politisku rókini, og nú hon fer frá, ætlar hon at gera seg lidna við sína læraraútbúgving, sum hon breyt av síðsta summar. Tvær próvtøkur eru eftir, men politikkurin verður kortini ikki heilt sleptur.
? Tað er ivasamt, um eg komi í slíkan sess aftur, men eg vil gjarna halda fram í royndini at ávirka sjálvstýrispolitikkin onkursvegna. Eg má siga, at tann partin havi eg saknað, og má bara staðfesta, at sjálvstýrisgongulagið hevur verið út av lagi vinglut, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon er fimti landsstýrismaður við mentamálum síðan 2000. Nú tann sætti skal setast, er tað ikki greitt, um Tjóðveldisflokkurin fer at seta hann. Men hvør tað so verður, so krevst ein sterkur vilji.
? Hetta er eitt ógvuliga breitt øki, sum ikki hevur tann størsta áhugan millum politikarar, og tí er tað eitt trupult mál at fáa á dagsskránna. Mín eftirmaður má hava ein sterkan vilja og gott handalag, skal nakað koma á skafti, sigur Annlis Bjarkhamar.