Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland, 1007 hPa, fer í ein norðan og brúgvalagið haðani, við regni í støðum, fer framvið oyggjunum í kvøld. Síðani flytir eitt hátrýst seg inn yvir Føroyar av útsynningi og sum frá líður rekur rættiliga lýggj luft inn yvir landið av landsynningi.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s, sum um kvøldið hækkar í útsynning og vestan. Sólglottar, men sum frá líður samdrigið og í kvøld regn í støðum. Hitin millum 10 og 13 stig. Í nátt makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og fyrrapartin skýggjað, men út á dagin klárar í og sólin sær. Hitin um 9 stig. Um náttina turt og yvirhøvur klárt og hitin millum 3 og 7 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av lágætt, 2 til 7 m/s. Turt og sól og hitin millum 9 og 13 stig. Um náttina turt og klárt og hitin um 7 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Turt og sólrikt og hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina yvirhøvur klárt og hitin um 7 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og sólin sær og hitin millum 12 og 17 stig, enn heitari í støðum. Um náttina turt og klárt og hitin um 9 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og sólin sær og hitin millum 10 og 15 stig, enn heitari í støðum. Um náttina turt og yvirhøvur klárt og hitin um 9 stig.