-Lættari enn væntað

KÍ-liðskiparin, Ragna Andreasen, spældi í ár sína fimtu steypafinalu síðan 1996, og hon var væl nøgd við avrikið hjá liðnum.

- Vit vóru nógv betra liðið í dag, og eftir frálíku byrjanina uppá dystin, var ongin ivi um hvør fór at vinna dystin, segði KÍ-verjuleikarin eftir finaluna.

Ragna vísti eisini á, at hóast KÍ-liðið hevur vunnið á HB í landskappingini, so varð dysturin væl lættari enn væntað. Steypafinalur eru altið serligar, og undan dystinum, hevði eg vænta ein nógv tættari og meiri spennandi dyst

Ragna greiddi eisini frá, at KÍ-liðið var eitt sindur fjálturstungið undan finaluni, tí undanfarin ár hevur ikki gingið teimum væl í steypafinalunum. Sjálv hevur Ragna luttikið í fimm finalum undan henni í ár, og bert einaferð hevur eydnast henni at vinna finaluna, so ta_ var væl skilligtat, at hon var fjálturstungin undan dystinum.

-Vit er aldrin vísar, hvørjar leikarar HB hevur við til finalurnar, og tí vóru vit eitt sindur nervøsar undan dystinum, segði Ragna Andreasen við Sosialin.


Spurd um vánirnir til seinnu hálvu, svaraði Ragna, at málið er avgjørt at vinna greipuna.

Vit hava verið besta liðið í ár, og halda vit fram at spæla, sum vit hava gjørt í ár, so meti eg, at vit verða torførar at taka, segði liðskiparin eftir finaluna.