Malin Zachariassen gav í gjár út fløgu, á tremur við lættum lovsongi, grundfestur í trúnna á Guð. Grundarlagið í tekstinum er vælkent. Brot sum, »heilagur ert Tú...Tú dripin var...O, vit tilbiðja Teg...eg elski Hann...vit rópa Jesus...vit lyfta hendur upp...Eg vil vera Tín...Guð, nem við meg nú...Tú gav Títt lív...«, vísa á eina óspilta, fulla og treytaleysa trúgv, ið vísir seg í skaldsligum góðvarni, sum kortini prógvar, at trúvirði yrkjarans er hitt hægsta. Orðini eru meint av fullum hjarta.
Við hvønn tekstin, er skrivað ein stutt søga um uppruna og orsøk til, at yrkjarin varð hugkveiktur til at seta seg við penninum.
Malin, sum sjálv hevur smíðað løg og tekstir, er 26 ára gomul og ættað úr Svøríki. Familjan flutti til Føroya í 1988, og síðani hevur Malin búð í Føroyum. Malin skilmarkar sjálv hugtakið, lovsong.
? Lovsongur er at strekkja seg upp ímóti Guði, standa í hansara kærleika, kenna dýr hansara ímóti sær og takka Honum fyri tað, hann hevur gjørt fyri okkum, sigur hon, og ljóðar eins fró, sum andlitsbrá hennara bendir á.
Nú Guð verður takkaður so dyggiliga í fløguni, loyvir Malin sær eisini at takka teimum fólkum, sum hava stuðlað henni í útgávuni. Serliga manninum, Jan Zachariassen, verður borðin ein stór tøkk fyri at hava verði grundstuðul undir útgávuni, eins og Jákupi Zachariassen verður takkað fyri studionýtslu. Óli Poulsen, ið hevur ljóðblandað, verður eisini róstur fyri avrikið. Tónleikurin á fløguni er lættur og eyðskildur, kanska bleytur poppur, ið ikki minst verðu hildin uppi av góðu ljóðgóðskuni.
Malin Zachariassen var longu frelst um 9 ára aldur, og nú er hon knýtt at samkomunu Filadelfia. Hennara vón er, at tekstirnir á fløguni eru annað enn bert orð.
? Eg vóni, at fólk ikki halda tað vera tað bera reyp, men heldur taka fløguna sum eina gávu, ið fólk kanska eisini kunnu brúka til tess at møta Guði, og lyfta seg sjálvi upp við, tá tey eru í sálarkreppu, sigur vónríka og glaða songkvinnan.