Lótu fangar leysar

Í gjár var tjóðardagur í Vietnam, og í tí sambandi gjørdu myndugleikarnir at geva 10.000 fangum grið.

Teirra millum vóru fleiri fangar, sum Amnesty International hevur skrásett sum samvitskufangar. Ein teirra er Tran Van Luong, sum bleiv dømdur til deyða í 1988, tí hann hevði arbeitt ímóti myndugleikunum. Dómurin bleiv kortini seinni broyttur til lívlangt fongsul, men í gjár slapp hann leysur.

Fleiri lond, teirra millum Noreg, hava javnan samrøður við vietnamesisku myndugleikarnar um samvitskufangarnar, og ætlandi verður ein fundur av hesum slagnum í Hanoi eina ferð í heyst, skrivar ANB.