? Øll hava brúk fyri at flenna, og allar kvinnur vilja síggja gott út. Eisini tær, ið eru í stráluviðgerð fyri krabbamein. Fyri tað, um tær hava mist hár, eygnabrýr og vippur, hava tær ikki mist humørið ella hugin at síggja gott út. Á skeiðunum í andlitsrøkt fáa tær eitt skump tann rætta vegin og eina glaðari mynd av sær sjálvum í speglinum, sigur Elsa í Garði, vakurleikaserfrøðingur og sjúkrarøktarfrøðingur.
? Eg læri kvinnurnar at tekna natúrligar eygnabrýr og nýta røttu litirnar til at fáa eitt gott dæmi aftur. Tað finnast alskyns tricks, tú kanst nýta, soleiðis at ongin varnast, at nakað er øðrvísi, og sum fáa teg at síggja frískan út. Tú skalt bara hava røttu amboðini og læra at nýta tey. Tað er nýtt, spennandi og stuttligt, og vit hava hvørki tíð ella hug at tosa um sjúkur. Størsta avbjóðingin hjá okkum er oftast at at halda penslum og stiftum beint, meðan vit flenna í kíki, sigur Elsa í Garði, sum er lærari á skeiðnum.
Útsjónd og sjálvsvirði
Í flestu førum setur stráluviðgerð rættiliga sjónlig spor á útsjóndina. Húðin fær ein grá/gulan lit, og hárvøksturin hvørvur sum oftast. Hetta hendir sjálvsagt bæði hjá kvinnum og monnum, men royndir vísa, at nýggja spegilsmyndin órógvar kvinnur nógv meir enn menn. Tí hevur Føroya Felag Móti Krabbameini seinastu tvey árini skipað fyri skeiðum í andlitsrøkt fyri kvinnum í stráluviðgerð.
? Øll vita, hvussu stóran týdning útsjóndin hevur fyri okkara sjálvsvirði. Og øll hava vit okkara lýti, sum vit læra at káma, so tey ikki eru so sjónlig, ella vit venja okkum við tey við aldrin-um. Men fært tú stráluviðgerð fyri krabbamein, hendir broytingin í útsjóndini knappliga og ofta ógvusliga.
Serliga kvinnur hava ofta ilt við at góðtaka at tær missa hárið og gráa andlitslitin, sum fylgir við. Hetta ávirkar teirra sjálvsvirði, so at tær helst bara vilja goyma seg og sleppa undan yvirhøvur at fara út ímillum onnur fólk. Og tað oyðileggur sjálvandi eisini lívsgóðskuna í síðsta enda, sigur Elsa
Lívsgóðska
? Hetta snýr seg jú ikki bara um útsjónd og sjálvsvirði. Ein kvinna, sum hvønn dag sær eina sjúka andlitsmynd í speglinum, kennir seg ofta nógv meir sjúka, enn hon í veruleikanum er. Í ringasta føri kann tað hava við sær, at hon missir móti um nakrantíð at gerast frísk aftur. Onnur fólk fara eisini øðrvísi við fólkum, sum síggja beinleiðis sjúk út. Tey vita ikki, hvat tey skulu siga, og ansa væl eftir ikki at siga nakað um útsjóndina. Og tað ávirkar sjálvandi allan stemmningin og mátan, arbeiðsfelagaðar ella avvarðandi eru saman við tí sjúka, sigur Elsa.
Samskifti
Elsa í Garði er eisini sjúkrarøktarfrøðingur, og tað heldur hon vera ein avgjørdan fyrimun, tá hon hevur skeið við kvinnum, sum fáa stráluviðgerð.
? Eg havi sjálv arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur á krabbameinsdeildum, so eg veit, hvat nívir hesar kvinnur, og hvussu tosið gongur millum tær, tá tað ræður um útsjóndina. Flestu kvinnur halda seg hava okkurt lýti við síni útsjónd, sum tær ikki eru so fegnar at práta um við hvønn sum helst, sjálvt um tað snýr seg um okkurt heilt vanligt. Hjá kvinnum, sum fáa stráluviðgerð, kemur sjúkan afturat, og tað fær tær ofta at kenna seg einsamallar við tí, tær halda misprýðir tær. Sjálvandi ynskja tær eisini at deila sínar tankar við onkran, men tað er ikki altíð tær tora.
? Eg havi sæð so nógvar kvinnur, sum fáa stráluviðgerð, so eg verði hvørki kløkk ella illa við, tá tær til dømis taka parykkin av. Eg eri jú eisini von við at nerta við sjúk fólk, og eg trúgvi, at kvinnurnar merkja, at eg taki tað púra avslappað. Og hetta hevur nógv at siga, tí skeiðini snúgva seg í veruleikanum minst líka nógv um gott samskiftið og at kenna seg tryggan, sum um smyrsl og litir, sigur Elsa.
Look good ? Feel Better.
Tað Føroya Felag Móti Krabbameini, sum við íblástri frá altjóða átakinum Look Good - Feel Better, skipar fyri skeiðnum, sum er ókeypis.
Look Good - Feel Better skeiðini byrjaðu í Onglandi í 1989. Aðrastaðni verða tey sponsorerað av sminkufyritøkum, soleiðis at skeiðini eru ókeypis, og kvinnurnar kunnu fáa eina tasku við øllum teimum tørvar til dagliga andlitsrøkt heim við. Innihaldið í taskuni hevur eitt virði á ein 2-3000 kr, men so stóra gávu hevur felagið ikki ráð at lata føroysku kvinnunum. Tær fáa tó ein sminkupung við varrastift, mascara og eygnablýanti.
? Vit hava hava fingið stuðul ymsa staðni frá, men peningurin røkkur ikki so langt, sum vit vildu ynskt. Aðrastaðni verða slík skeið hildin 14. hvønn dag, men vit hava bert ráð at halda tey umleið 3 til 4 ferðir um árið. Tí er tað sjálvandi mark fyri, hvussu nógvar kvinnur fáa gleði av hesum. Men vit royna allatíðina at søkja stuðul, og vóna tað besta. Fyribils kunnu vit í øllum førum fegnast um, hvussu stóra gleði, kvinnurnar, sum hava verið á skeið, hava havt av tí, sigur Jansy Gaardlykke, samskipari í Føroya Felag Móti Krabbameini.
Næsta skeiðið verður komandi mikudag í Gestaborðstovuni á Landssjúkrahúsinum kl. 14.00.