Látur og tár í einum vavgreyti

Eftir at teir úr vónleysari støðu vóru komnir omaná mistu sandoyingar enn eina ferð í evstu løtu á útivølli ímóti KÍ, ið legði fyri sum óløgi, men sum í spælinum restaði hugflog í ólukkumát

KÍ 2 bóltar
B71 3 bóltar

Tað vendi fleiri ferðir upp og niður í Klaksvík 2. páskadag. Tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið, tóktist spurningurin vera, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Tá var heimaliðið frammanfyri 2-0. Sum seinna umfarið leið bendi alt á, at tilvitaða sandoyarliðið skuldi megna at halda tørn ímóti desperata heimaliðnum, sum servaði og servaði ballónbóltar fram í brotsteigin hjá mótstøðuliðnum.
Sekundvísarin var farin fýra ferðir runt, eftir at vanliga leiktíðin var farin, tá ið tað eydnaðist hjá heimaliðnum at fáa útjavnandi málið til 3-3.
Heimaliðið og teirra viðhaldsfólk fegnaðust sum um, teir høvdu vunnið. Gestirnir av Sandi vóru í fyrstu atløgu vónbrotnir. Enn eina ferð høvdu teir mist á stokkinum.
KÍ uppstillingin bar boð um, at ætlanin var um treytaleyst álopsspæl. Í besta Jesper Olsen stíli góvu sandoyingar longu í 2. minutti Erlingi Fles fínan møguleika, og Erling takkaði fyri.
Tjúgu minuttir seinni var aftur mál til heimaliðið. Símun Joensen legði fínt innfyri úr vinstru, og við handara stólpan var Gunnar Nielsen leysur.
Kropsliga tóktust klaksvíkingar vera væl betri fyri enn gestirnir. Teir vunnu nærdystirnar, og hóast tað á ongan hátt var polerað og vakurt fótbóltsspæl, so var ferðslan nógv meiri annan vegin. Magnus Olsen hevði fínan stútara, sum Meinhardt Joensen í KÍ málinum vardi væl fyri, miðvallarstríðsmaðurin hjá KÍ, Símun Joensen, hevði fína skotroynd, og Paul Clapson kundi havt avgjørt, tá ið hann sendi upp undir tvørtræið og niður í svørðin.

Fótaðu sær
So var tað, at B71 fótaði sær. Kanska fór tað mest braneggjaða av heimaliðnum, og harvið var plássið eitt sindur betri hjá Eli Hentze og Wellington Soares, sum duga væl at hugsa fótbólt. B71 var í 4-5-1 verjustøðu, og ytstu menninir vóru skjótir fram, so liðið í álopsstøðu var í 4-3-3 uppstilling og als ikki imponerað av at vera á útivølli í á pappírinum torførari uppgávu og av at vera aftanfyri við tveimum málum.
Clayton Soares er super góður framrættaður spælari, sum klaksvíkingar væl kundu havt brúk fyri. Samstarvið millum brasiliumannin og Eli Hentze er fínt, og tað var burturúr hesum, at B71 fekk fyrsta málið.
Brádliga kendist tað sum um, at stríðið hevði skift karakter. Heimaliðið var trilvandi og skinklandi, og bara fýra minuttir gingu, inntil B71 aftur hevði fingið mál, og aftur var tað kanska vandamiklasti álopsspælarin yvirhøvur í føroyskum fótbólti, Clayton Soares, sum átti síðsta fótin á. Tá høvdu sandoyingar stutta løtu frammanundan havt vandamikið fríspark dygst uttanfyri heimabrotsteigin.
Klaksvíkingar tóktust vera upp aftur giraðir beinanvegin eftir steðgin, tá ið teir eisini høvdu onkran hálvan møguleika, men B71 legði seg á odda, tá ið fíni miðvallarin Wellington Soares sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum og skoraði.
Dampurin undir hugflogsfátæku og treytaleysu álopsmaskinuni hjá heimaliðnum var øktur uppaftur meiri. Uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir. B71 hevði ein tann størsta, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Símun Hansen var í góðari støðu at taka luftina úr, men hann fekk ikki rættuliga skot á, og so livdi KÍ í vónini. Paul Clapson átti síðsta fótin á, tá ið KÍ javnaði.
Hjá sandoyingum hevði eitt stig í útgangsstøðuni als ikki verið so galið. Tað er tað heldur ikki í dag, men sjálvandi iðraðu teir seg, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Hjá klaksvíkingum var í útgangsstøðuni alt annað enn sigur ikki nóg gott. Tað er tað heldur ikki í dag. Enn eina ferð varð 2. páskadag staðfest, at heimavøllurin er ikki longur nakar stinnur skansi hjá KÍ. Eftir trygga leiðslu og síðani vónleysa støðu fegnaðust heimamenninir eftir síðsta bríksl um, at tað hóast alt eydnaðist at fáa eitt stig burturúr.