Láturlig avgerð hjá Oljumálaráðnum

Borgarstjórin í Havn talar at

BYGGING

Jan Christiansen er til reiðar at fara í Føroya rætt við málinum um byggingina í Vallalíð. Hann heldur avgerðina hjá Oljumálaráðnum vera láturliga skeiva.
?Skulu vit nú til at steðgað við at kalla allari bygging, og byggingin seinastu nógvu árini er ikki lóglig, spyr borgarstjorin.
Tað er serliga tulkingin hjá Oljumálaráðnum av orðinum ?rúm?, sum Jan Christiansen heldur vera fullkomiliga burturvið.
Tað snýr seg um, at byggisamtyktin sigur, at ?rúm skal vera fyri stovnum í A1 økjunum?.
Hetta metir Oljumálaráðið sum um, at talan er um rúm í bygningum og ikki sjálvstøðugar stovnar.
Og hetta heldur borgarstjórin vera eina láturliga tulking.

Mál á skránni

Millum annað hesi mál vórðu viðgjørd á býráðsfundi hjá Tórshavnar býráði hóskvøldið.

Argja skúli
Arbeitt verður við tveimum ætlanum viðvíkjandi Argja skúla. Jan Christiansen sigur, at býráðið ásannar, at skúlin er illa sperdur, og tískil mugu stig takast fyri at betra umstøðurnar.
Arbeitt hevur verið við einari ætlan at keypa bygningin hjá Postverki Føroya á Argjum. Hesar samráðingarnar hava verið truplar, tí landið eigur bygningin, og Postverkið fer væntandi ikki at fáa ágóðan av einari sølu.
Tosað verður um ein leigusáttmála, men hetta er ikki komið undir land enn.
Bygningurin hjá Postverki Føroya verðurhildin at vera stak væl egnaður.
Samtundis verður arbeitt við einari ætlan at útbyggja verandi skúla á Argjum.
Talan er um eina verkætlan fyri 12,55 mió. og fer at merkja seks nýggjar skúlastovur umframt onnur høli.
Eisini skulu umbyggingar gerast í verandi høli fyri fýra milliónir.
Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at játta 3 mió. til verkætlanina í ár. Hetta er partur av einari størri ætlan fyri skúlarnar í høvuðsstaðnum, sum serliga fara at merkja fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu í 2004.

Dagstovnar
Málið hjá verandi meiriluta í Tórshavnar býráði er at fáa allar bíðilistar til ansingarpláss av vegnum í Tórshavnar kommunu. Hetta verður sagt við eitthvørt høvi, og borgarstjórin, Jan Christiansen, nýtti høvi til at nevna hetta, tá hann legði ætlanina um tveir nýggjar barnagarðar fyri fjølmiðlarnar.
Annar barnagarðurin er í Hoyvikshaganum Suður. Hesin stovnurin fer at rúma 72 børnum í alt ? 24 vøggustovubørnum og 48 barnagarðsbørnum.
Samlaði kostnaðurin verður 11,6 mió.
500.000 kr. verða játtaðar í 2003 til prosjektering.
Í 2003 verða 39 milliónir nýttar til at byggja nýggjar dagstovnar í Tórshavnar kommunu.
Níggju av hesum milliónum verða nýttar til ein dagsstovnin Sólareygað við Sundsvegin. Hesin skal vera meinlíkur dagstovninum í Øksnagerði, og tað verða somu arkitektar, ið fara at stevna fyri verkætlanini. Dagstovnurin Sólareygað fer at hýsa 64 børnum ? 24 vøggustovu og 40 barnagarðsbørnum.
3,4 mió. skulu játtast í 2004, soleiðis at samlaði kostnaðurin verður umleið. 12,4 milliónir við innbúgv og meirvirðisgjaldi.
Somuleiðis fara níggju milliónir til ein dagstovn við Landavegin.