Lív Næs bjóðar inn í Norðurlandahúsið

1.desember 2012 gav Lív Næs út fløguna “Keldufar” við yrkingum hjá abba sínum Johannes Andreas Næs, sum ungur nýtti dulnevnið “Flóvin Flekk.” Nú fer Lív at bjóða til útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, og verður hendan konsertin 16. februar klokkan 20.00

Yrkingarnar eru úr yrkingasavninum “Keldufar”, og eru úr ymsum tíðarskeiðum. Tær eru merktar av bæði einum ungum og ábyrgdarfullum sinni, heimlongsli til Suðuroynna, kærleika og virðing fyri sínum kæru. Sjálvur sigur yrkjarin, at yrkingarnar eru nøkur minni, nakrar hugsanir og hugleiðingar frá tí hann var 14 ár til hann var 29 ár. Yrkingasavnið “Keldufar” var givið út í 1946 og nú vit skriva 2013 eru yrkingar hansara aftur givnar út - tónleikaliga. Ein fløga við yrkingum sum Lív Næs og eitt nú Tróndur Enni hava sett løg til. Konsertin í Norðurlandahúsinum leygardagin 16.februar er seinasta konsertin av eini lítlari konsertferð, har ferðast verður til Fuglafjarðar og Suðuroynna fyrst.

Manningin hetta kvøldið telur Kim Hansen, harmonika og tangentar, Eyðun Nolsøe, kassa gittara, Leivur Thomsen, el gittara, Rógvi á Rógvu, trummur, Tróndur Enni, bass, Niels Midjord, Jenny Jónsdóttir Kragesteen, Maibritt H. Johansen, kór og Anna Maria Wrae, kór

Hetta veit heimasíðan hjá Norðurlandahúsinum