Lív skal til London

15 ára gamla havnagentan Lív Lutzen hevur eina lovandi framtíð í væntu innan modellheimin, sigur íslendski modellærarin Kolbrún Aðalsteinsdóttir. Í løtuni er hon í Føroyum, her hon leitar eftir fleiri gentum og heldur skeið

Tá vit koma inn í fimleikarhøllina í Kommunuskúlanum í Havn er harður tónleikur frá, og á gólvinum dansa seks ungar gentur. Fremst stendur ein dansilærari og vísir teimum, hvussu tær skulu gera.Yvir ímóti okkum kemur ein kvinna í eini lodnari pinklittari blusu.

- Hallo, and welcome, sigur hon, my name is Kolla.

Frá hesi løtu fáa vit ikki orðið upp, tí hon tosar allatíðina!

Hon greiðir okkum frá um arbeiði sítt kring heimin, fyri

íslendsku fyritøkuna Islantic Models. Um arbeiði sítt, at finna ungar gentur, m.a. her í Føroyum, sum eru egnaðar til at blíva fotomodell, og um, hvussu hon undirvísir starvsfólki á stórum fyritøkum í at geva góða tænastu.


Vakrar

føroyskar gentur

Føroyskar fotomodellir, ella kanska supermodellir, ber tað til? Ja, so avgjørt, sigur íslendska kvinnan, Kollbrún Aðalsteinsdóttir, ella Kolla, sum hon verður rópt. Kolla sigur, at her í Føroyum eru óvanliga nógvar vakrar gentur.

? Tær hava júst tað, sum mótafólkini í London, New York, Milano og Tokyo hungra eftir. Tær eru natúrligar, høgar, reinar og ikki minst eru tær avbera vakrar. Húðin er rein og klár, og tað er sera týdningarmikið, tí myndatólið avdúkar alt.


Lív hevur ?tað?

Kolla var seinast í Føroyum fyri 6 vikum síðani. Tá hevði hon byrjunarskeið fyri føroyingum her. Nú hon er her uppi aftur, fer hon, umframt at hava eitt nýtt byrjunarskeið, eisini at hava framhaldsskeið fyri luttakarunum frá seinast.

Genturnar, sum dansa á gólvinum, eru lutakarar frá seinasta skeiði, sum var í Føroyum.

Teirra millum er unga havnagentan Lív Lützen,

sum einans er 15 ár.

Kolla sigur, at tey ætla at arbeiða víðari við Lív. Hon hevur eitt sera vakurt og gott andlit. Hon hevur tað, sum ein modell skal hava,

javna sterka nøs, góðar varrar, høg kinnbein og ?great eyes?.

- Næsta stigið hjá Lív verður at læra meir um sjálvsálit. Eisini skal hon læra at smyrja sær, at ganga rætt, at seta hárið, at brúka kroppin rætt og at posera framman myndatólið, sigur Kolla. Ein stór mótaframsýning verður í London í september, og tá ætlar Kolla at nýta Lív, greiðir hon frá. Men áðrenn hetta, má hon hava eina sonevnda bók. Hetta er ein bók við myndum av gentuni, sum hon skal brúka, tá hon framyvir skal søkja arbeiði runt í heiminum. Hon greiðir frá, at heimskendi myndatakarin Israel Colon frá Elite-New York kemur til Føroya at taka myndir av hesum seks gentunum, soleiðis, at tær kunnu fáa hvør sína bók. Eisini fara myndirnar at liggja á heimasíðuni hjá Islantic Models.


Skúlin uttan skúlagott

Men hvat við skúlagongdini hjá Lív? Til hetta sigur Kolla, at hon sjálvsagt má práta við skúlastjóran hjá henni, og at tað í fyrsta

umfari bert er talan um, at læna hana til London til nakrar framsýningar. Men hon skoytir eisini uppí, at tú kanst ganga í skúla alt lívið, og at tað finst eisini ein skúli uttanfyri skúlagott. Til dømis at læra onnur mál.

Ein annar trupulleiki er, sambært Kollu, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, so fólk blanda seg uppí og spyrja kanska foreldrini hví tey senda gentuna burtur og hvussu tey tora at gera tað.

-Fyri meg at síggja, er tað sannur kærleiki, tá ein mamma lovar dóttrina út í heimin.


Strangur lærari

Kolla greiðir eisini frá, at tað er hon persónliga, sum, fyri modellfyritøkuna í Íslandi, tekur allar avgerðir um yrkisleiðina hjá einstøku gentuni.

- Og eg má siga (bankar uppundir borðið), tað hevur ongantíð miseydnast hjá mær. Hetta, tí eg eri ein strangur lærari, og eg læri genturnar, at nei er nei og ja er ja. Ger so og ger so.

Nógv halda, at tá genturnar ferðast kring heimin, so er tað bara glamour tað heila.

Men fyri meg er tað av størsta týdningi, at tær ikki skara ov nógv framúr millum onnur fólk, hetta fyri trygdina hjá gentunum.


Nógvar freistingar

Útsjóndin hjá gentunum er eitt, men tær skulu eisini duga at varðveita vakurleikan. Tí leggur Kolla stóra áherðslu á, at genturnar eta rættan mat, at tær íðka ítrótt og at tær hvørgan roykja, drekka ella taka onnur rúsandi evnir. Tí tað er eisini ábyrgdin hjá gentuni, um hon vil vera verðandi í vinnuni, og tað er sera lætt at blíva freistaður at eta ella drekka seg burturúr einseminum, áganginum ella onkrum ósigri.


Hevur funni supermodellir

Eg spyrji hana , um hon hevur funni nakrar sokallaðar supermodellir.

Hetta eru modellir, sum ikki nýtast at søkja arbeiði sjálvar, men sum kunnu velja og vraka millum alskyns tilboð. Og jú, tað hevur Kolla funnið. Millum annað greiðir hon frá, um eina íslendska gentu, sum endaði á øðrum plássi í stóru Elite kappingini í Suður Korea. Hon vísir mær eina mynd av eini ungari gentu, sum nærum líkist Ronju Ránsmannadóttir. Hon eitur Bjorg og er einans 15 ár. Kolla sigur, at París ?skríggjar? eftir henni. Og hon vísir mær Ingu, sum kemur á permuna á bretska Vogue.

- Hesar eru nýggjar typur, tær eru natúrligar, eins og her í Føroyum. Tær eru ikki spoleraðar, og tær eru gløggar. Hetta leggi eg

áherðslu á, at tær veruliga skilja orðið nei, og at tær skilja orðið ja.

Tær skulu t.d. duga at siga nei til at lata seg úr klæðunum og duga at ansa eftir sær sjálvum.


Føroyingar ov lágt sjálvsvirði

Ein stórur partur av arbeiðinum hjá Kollu, er at undirvísa fólki í at fáa størri sjálvsálit og sjávsvirði.

- Vit undirvísa fólki í sjálvsáliti, at fáa framgongd í lívinum, ikki at vera smæðin og afturhaldandi og at vera sterk. Tá eg gangi á gøtuni her, síggi eg allatíðina vakrar gentur. Óvanliga nógvar. Einasti trupulleikin er, at fólk eru so smæðin her. Tey krúpa framvið

vegginum.

Hon greiðir okkum frá, hvussu tey venja starvsfólk á stórum fyritøkum. Til dømis telefonfólk, avgreiðslufólk og ferðaleiðarar. Tey læra, hvussu tey skulu fara við kundunum og loysa trupulleikar.

- Tit føroyingar mugu skilja, at tit hava eitt vakurt land, reint vatn og nógv at bjóða ferðafólki. Eg havi sjálv arbeiðtt í íslendsku ferðavinnuni og eg kenni á mær, at fólk fara at verða ør eftir at koma til Føroyar um eini 10 ár. Tá eg práti við fólk kring allan heimin, kenna tey ikki Føroyar. Men seinni fer hetta at merkja stóra framgongd fyri oyggjarnar, tá talan er um keyp, sølu, hotellir og líknandi. Men tit noyðast at vera nógv meira opin.


Tær eru vinnarar

Hon peikar yvir móti gentunum, sum nú fáa sær ein steðg frá dansinum, og hon vísir á, at tær hava eitt opið kroppsmál, tær slappa av. Hon sigur, at hesar genturnar eru vinnarar, tí tá tey komu her fyrstu ferð fyri 6 vikum síðani, tordu fólk ikki at koma á modellskúla. Men tær tordu, og koma nú á framhaldsskeið. Her læra tær, hvussu tær skulu ganga og hvussu tær skulu søkja um arbeiði.

- Tær eru andlitið á teirra egna virki. Tú sum persónur, er størsta íløgan tú eigur í lívinum. Ein íløga, sum eingin kann taka frá tær.

Íslendska fyritøkan hevur ætlanir um at halda skeið fyri føroyingum, har vit kunnu læra at hækka tænastustøðið. Til hesi skeið ynskir Kolla, at serliga kvinnur yvir 25 ár koma at luttaka. Eisini ætlar hon, at seta seg í samband við skúlastjórarnar í Havn, soleiðis at hon fær fótin innum á skúlaøkinum. Hetta, sigur hon, er vanligt í Íslandi, har hon undirvísir børnum líka niður í 10 ára aldur.

- Um føroyingar skulu byggja upp virkir og ungdómin í Føroyum, so nýtist sjálvsálit. Tit mugu fáa eyguni upp fyri ríkidøminum her, og læra at selja tað til ferðafólk. Fólk mugu fáa eyguni upp fyri, at tey eru nakað serligt, at tey eru vøkur og at tey kunnu blíva fyrimyndir hjá øðrum.


Lítla samfelagið

Eg royni at fritta hana um trupulleikarnar í Føroyum við jantelov og øvundsjúku. Kann hetta ikki vera ein trupulleiki hjá m.a. modellunum her?

Fyrst tykist tað, sum hon als ikki kennir til slíkar

trupulleikar, men eftir at hava greitt henni frá um lítla samfelagi, har øll kenna hvønn annan, sigur hon,

- Vit hava bara hetta eina lívið, vit eru øll nakað serligt og skulu hava nakað serligt burturúr tí. Tann størsti vandin er tín egna frykt. Øvundsjúk fólk eru óbúgvin og áttu at lisið fleiri bøkur og fingi meira vitan. Tey skuldu heldur livað sítt egna lív enn lívið hjá øðrum.

Mær tykir synd í fólki, sum ikki kunnu frøðast um, at tað gongur øðrum gott. Tí um tú livir títt egna lív, fært tú eitt so nógv glaðari og ríkari lív. Fólk skulu sleppa at gera tað tey vilja.


Frøðist um sjálvstýriskósina

- Einki frøddi meg meir, tá eg kom hagar, enn at hoyra at tit ætla at loysa frá Danmark, sigur Kolla,

- Eg havi ongantíð verið eitt av teimum fólkunum sum elskar Danmark, og vit fóru sjálvi úr ríkisfelagsskapinum í 1944.

Føroyska fólkið skal sjálvsagt hava sjálvstýri. Tit skulu hava tykkara egna Independence Day?. Bara soleiðis kunnu tit veksa og fáa meir álit á tykkum sjálvi.