Føroyskur kvinnufótbóltur tykist verða í menning í løtuni. Kvinnulandsliðið er við í HM undankappingini, kvinnudeildin hevur fingið høvðusstuðul og nú byrja føroyskir spælarar eisini at gera um seg í útlendskum fótbólti.
Fyrst skifti Ásla Johannesen til FC Nordsjælland, síðani skifti Olga Kristina Hansen næstbestu deildina út við Ballerup- Skovlunde Fodbold, sum spælir í bestu deildini. Nú hevur Lív Finnbogadóttir Arge eisini skift til FC Nordsjælland.
FC Nordsjælland er í holt við at byggja eitt kvinnulið upp, so talan er um eitt spennandi og mennandi umhvørvi verður sagt úr Nordsjælland. Lív Finnbogadóttir Arge, Ásla Johannesen og Olga Kristina Hansen skulu í dyst fyri kvinnulandsliðið 10. apríl.