Lívfrøðingur: Tølini í grindatilmælinum eru manipuleraði

Grind Heilsufrøðiliga Starvsstovan gloppaði herfyri dyrnar fyri, at føroyingar aftur kunnu eta grind – tó í mesta lagi eina ferð um mánaðin. Lívfrøðingurin Erla Olsen leggur tó ikki fingrarnar millum, tá hon kallar kosttilmælið bæði vandamikið og manipulerað

Føroyingar hava etið grind í nógv ár. Fyrst var tað í lagi at eta grind. Síðani skuldu vit eta minni av grind, tí kanningar vístu at hon var dálkað. Í 2008 loyptu Landslæknastovnurin og Arbeiðsheilsustovnurin hvøkk á alt, tá teir mæltu heilt frá at eta grind, sum ikki longur var mannaføði. Tá var Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki við í tilmælinum, men kom fyrr í hesum mánaðinum við einum grindatilmæli, sum gloppar dyrnar fyri grind sum mannaføði aftur. Niðurstøðan er, at føroyingar eiga nú í mesta lagi at eta grind einaferð um mánaðin.

Seinasta tilmælið mann verða gleðiboð hjá fleiri av teimum, ið dáma væl at fáa sær ein bita av tvøsti og spiki. Men okkurt bendir á at hetta seinasta tilmælið ikki eigur at takast fyri fult. Lívfrøðingurin Erla Olsen, ið millum annað fæst við lívfrøðiliga ráðgeving og áringskanningar, hevur lítið gott at bera tilmælinum.


Úrslitið er umbiðið

Erla Olsen skrivar í grein um grindatilmælið, at tá tú lesur tilmælið um at eta grind, er greitt, at arbeitt hevur verið fram móti einum ávísum úrsliti. Harafturat nevnir hon, at tað sæst, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan er greið yvir treytirnar, sum galda fyri slíkt arbeiði, men at HFS í summum førum hevur valt at broyta hesar treytirnar, fyri at fáa roknistykkið at ganga upp.

Tað fyrsta, hon vísir á er, at hóast tað í galdandi lógum fyri Føroyar stendur, at tað í einum kilo av matvøru til útflutning í mesta lagi eigur at verða 1 milligram av kyksilvuri, staðfesta kanningar at grind í miðal hevur 2 milligram av kyksilvuri fyri hvørt kilogram. Við øðrum orðum hevði grind eftir kanninginum hjá HFS ikki verið egnað sum matvøra til útflutning – og tó mælir HFS til at vit kunnu eta hetta eina ferð um mánaðin.

Tað næsta, Erla Olsen vísir á er, at flestu heilsumyndugleikar mæla til at fólk mugu ikki at eta meira enn 1,6 mikrogram av kyksilvuri um vikuna fyri hvørt kilogram, sum tey viga, men at hetta talið roknar HFS um til, hvussu nógv vit kunnu eta um mánaðin.


Hvalur valdast

Ein av høvuðstrupulleikunum við tilmælinum, sum Erla Olsen vísir á, er at HFS ikki tekur atlit til at hvalur er ymiskt dálkaður, men bert roknar við einum miðaltali á 2 milligram av kyksilvuri fyri hvørt kilogram av tvøsti. Kanningar, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir til í tilmælinum vísa nevniliga, at kannaðir hvalir hava heilt upp til 9 milligram av kyksilvuri í hvørjum kilo av tvøsti. Hetta er næstan fimm ferð so nógv sum miðaltalið.

Tað sigur seg sostatt sjálvt, at um onkur er óheppin og fær part í einum illa dálkaðum hvali tá grindabýtið er, fær upp til fimm ferðir so nógv av eitt nú kyksilvuri í seg enn tann, ið fekk av einum miðaldálkaðum hvali, sum er tað, HFS nýtir sum grundarlag fyri sínum tilmæli. Hetta er álvarsligt sambært Erlu Olsen.

- Hetta má verða á markinum til brot á lógina um matvørur, ið eigur at verja brúkaran móti eitran, og sum HFS eisini umsitur, skrivar Erla Olsen í sínum viðmerkingum.


Sum við snapsunum – tú tekur ikki allar í senn

Vanliga tá roknað verður við vandamiklum evnum og eituri, verður skilt millum hvussu nógv vit tola um vikuna ella hvussu nógv vit tola um mánaðin. Altjóða reglur siga, at markið fyri eitt nú kyksilvur eigur at verða gjørt upp í hvussu stórum nøgdum vit tola um vikuna, meðan onnur evni, eitt nú PCB og Dioxin, sum eisini eru at finna í grind, eiga at verða gjørd upp í mánaðarnøgdum.

Trupulleikin við tilmælinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum blástemplar at vit kunnu eta grind einaferð um mánaðin, er sambært Erlu Olsen, at HFS umroknar vikunøgdirnar til mánaðarnøgdir.

Sambært lívfrøðinginum er hetta næstan tað sama sum at taka tilráðingina um alkohol, ið sigur at konufólk kunnu í mesta lagi drekka 14 lítlar um vikuna, men ikki allar í senn, og rokna hana um til at nú kunnu konufólk drekka 56 snapsir í einum – um hon bert ger tað einaferð um mánaðin.

- Alkohol er eitt eitur, sum kann skaða kroppin á ymsan hátt, serliga um nøgdin verður ov stór. Tí hava heilsumyndugleikarnir seinni ásett, at vit – bæði kvinnur og menn – ongantíð skulu drekka meira enn fimm snapsar í senn, og ikki meira enn 14 ella 21 um vikuna, alt eftir kyni. Kyksilvur er eisini skaðiligt, men í mun til alkohol gongur munandi longri tíð áðrenn kroppurin sleppur av við kyksilvurið. Tí skal ansast serliga væl eftir eikki at fáa eina støðugt høga nøgd av kyksilvuri í kroppin, men ansast skal eisini eftir ikki at fáa eina bráðfeingis eitring, skrivar Erla Olsen millum annað.


Vandamikið

At Heilsufrøðiliga Starvsstovan soleiðis mælir fólki til at eta heilsuskaðiligan mat, heldur Erla Olsen lítið um.

- Tann stovnur, sum eigur at tryggja føroyingum, at vit ikki verða sjúk av at eta mat, kemur við einum tilmæli um at eta heilsuskaðiligian mat. Men øll, sum duga at lesa, síggja, at í veruleikanum er hetta eitt frámæli, skrivar Erla Olsen í aftursvari sínum til nýggjasta grindatilmælið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.





FAKTA


Í 1998 komu Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Landslæknastovnurin og Arbeiðsheilsustovnurin við einum kosttilmæli, har mælt varð til at eta grind 1 – 2 ferðir um mánaðin


Í 2008 koma Landslæknastovnurin og Arbeiðsheilsustovnurin við eini endaligari niðurstøðu, at grind er ikki egnað til mannaføði. Hesaferð er Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki við.

Í 2008 takkar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fyri tilmælið, og sendir skriv til vinnumálaráðið, sum saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skal taka støðu til, um nøkur stig skulu takast.

Í 2011 kemur Heilsufrøðiliga Starvsstovan við sínum egna tilmæli, sum er ein endurskoðan av tilmælinum frá 1998. Nú er niðurstøðan at grind kann etast 1 ferð um mánaðin – barnakonur og onnur eiga tó framvegis at verða fyrivarin.