Tvinnir Simon'ar vóru á Norðuratlantsbryggjuni leygarkvøldið, og báðir eru at rokna sum gøtumenn. Tilvitað ella ei, so vóru tað hesir báðir Simon'arnir, sum sluppu at byrja ballið og seta punktum, tá stuðulskonsert fyri Fountain húsinum í Føroyum var leygarkvøldið. Vit tosa um teir báðar Simon von Konoy og Simon Kvamm, sum saman við Tóroddi Poulsen, Anniku Hoydal, Marius og Steso skuldu syrgja fyri, at Norðuratlantsbryggjan gjørdist full – full av fólki altso – soleiðis at so nógvar krónur og oyru kundu skavast inn sum gjørligt til Fountain House Føroyar grunnin.
Eins og við konsertini í Føroyum, so fer yvirskotið frá bryggjuni leygarkvøldið til Fountain House Føroyar grunnin, eitt útslúsingarhús til sálarsjúk, sum hava verið innløgd. Í so máta kundi stuðulstiltakið ikki verið betri eydna, tí tað var útselt á Norðuratlantsbryggjuni.
- Vit hava nakað av útreiðslum til eitt slíkt tiltak og enn er alt ikki gjørt upp. Men tað er ikki heilt av leið, um eg sigi, at tiltakið hevur givið umleið 70.000 krónur í yvirskot, sigur Hergeir Staksberg, fyriskipari av stuðulskonsertini.
Nephew í toppformi
Uttan at taka nakað frá hinum, sum framførdu, so skerst tað ikki burtur, at Nephew var heilt stóra navnið. Tað er einki minni enn scoop, sum fyrireikararnir hava gjørt har, tí Nephew er ikki bara millum bestu umtóktu donsku bólkarnar, Nephew telist eisini millum teir dýrast og kostar sambært donskum fjølmiðlum umleið eina hálva millión krónur. Leygarkvøldið spældu teir tó nøkur løg púra ókeypis fyri teimum uppmøttu á Norðuratlantsbryggjuni. Hetta fyri at stuðla góða endamálinum, minti Simon Kvamm sjálvur á til konsertina
Sum tit kunnu lesa aðrastaðni á hesum síðum, so vóru bæði bólkurin og ikki minst oddamaðurin í Nephew í hopla. Seinastu orðini, ið Simon Kvamm mælti var:
- Vi ses på G!
Og tað eru tað mong, sum gleða seg til eftir minikonsertina á bryggjuni leygarkvøldið.
Frálíkir tónar
Sum áður nevnt var tað hin Simon – von Konoy – sum byrjaði stuðulstiltakið. Á sín serliga og herliga hátt undirhelt hann við nøkrum løgum, áðrenn Tóroddur Poulsen las nakrar yrkingar upp. Tóroddur hevði sett fram ynski um, at fólk vóru friðarlig, meðan hann las – og tað vóru tey. Men tað vóru tey ikki altíð, meiri um tað seinni.
Steso var næstur á pallinum. Inniliga og sveimandi projektið hjá Hergeiri Staksberg, sum eisini spældi væl leygarkvøldið. Tíverri sveik ljóðið soleiðis, at tað var strævið at lurta eftir og leyp saman.
Tað bleiv tó betri, tá Marius og seinni Annika Hoydal fóru á pall. Bæði stóðu fyri frálíkum framførslum og samansetingin við, at hava Anniku Hoydal sum seinasta navnið áðrenn Nephew vísti seg at vera sera góð, tí við teimum kom av álvara lív í fjøldina.
Føroyingar uttan fólkaskiff
Og so til eitt lítið hjartasuff. Hetta er ikki nakað ummæli, men ein umrøða av einum tiltaki. Loyvi mær kortini at finnast at konserthugburðinum hjá føroyingum, sum hava til óvana at práta og sussa allatíðina til konsertir. Tað er órógvandi og óvirðiligt! Bæði fyri tey í áhoyrarafjøldini – og ikki minst tónleikararnar á pallinum.
Lívið stinkar
Tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at fólkið hugnaði sær á bryggjuni. Øll vistu, at tey stuðlaðu einum góðum endamáli við at keypa atgongumerki. Øll kendu álvaran handan tiltakið – men øll ynsktu eisini at hava eina góða løtu saman kortini. Brot úr yrkingini hjá Hergeiri Staksberg, sum Arnfinnur Heinesen las upp, tá bólkurin Steso framførdi, lýsti stemningin rættiliga væl: »Lívið stinkar. Stinkar av røstum fiski og eg elski ræstan fisk«. Hvør skal siga, lívið stinkar viðhvørt – men vit elska lívið kortini!