Størri viðurkenning kann tónleikari neyvan røkka ?
At koma í lið við stórar komponistar sum Burt Bacharach og James Last. Ha…?
Nei, tónleik havi eg ikki skil fyri, men Catherine The Waitress fekk meg kortini at brellast eftir einari stórari oksateik.
Seinni sama leygardag leitaði eg mær út til Valby. Har fór árligi Ølfestivalurin av bakkastokki. Eitt humlunnar tempul av øli frá allari verðini og ein stór fjøld av fjepparum. Bæði danir og monopol-raktir føroyingar sóust at njóta leskiligar og spennandi bjór, eisini sterkari enn 5,8 % abv.
Føroya Bjór hevur stuðlað mikla ølfestivalinum væl líka síðan hann byrjaði fyri 10 árum síðani sum ein fólkarørsla, ið kravdi betri øl á handilshillarnar í Danmark. Eisini í ár var Føroya Bjór við og vísti fram síni sløg og greiddi annars frá um Føroyar sum góður ambassadørur.
Øl-guru’in, Mikkel Bjergsø frá Mikkeller, var eisini við og tað munna vera nógv, ið fingu skelk at smakka Black við sínum 17 % alkoholi og óhugnaliga samansetta smakki. Heimsklassi! Og ikki at gloyma Beer Geek Brunch Weasel, ið er bjór tilsett vietnamesiska kaffi-slagið Ca Pe Chon, ið er rættiliga serligt og heimsins dýrasta! Eitt máraslag á Vietnam-leiðini livur av serligum kaffibønum. Skarnið undan hesum djóri fult av kaffibønum verður síðani hentað saman og viðgjørt til kaffi, ið ikki kann samanberast við nakað annað. Havi roynt tað, og tað er sera gott. Mikkeller letur hetta kaffið í ølið hjá sær, Beer Geek Brunch Weasel, og tað er bestemt ikki lorta-øl. Tvørturímóti (sí mynd).
Ein annar forvitnisligur bryggjari, ið var komin á festival, var Jørgen Fogh Rasmussen frá Hornbeer (sí mynd). Um hann sær kendur út, so er tað kanska tí hann líkist beiggja sínum, ið skjótt tekur við starv í Brússel.
At enda, nú er tað vist! Vísindaligar kanningar hava staðfest, at vistfrøðiligur matur inniheldur upp til 70 % meira av vitaminum og øðrum góðum.