RÀÐSTEVNA
Í døgunum 12. til 15. august verður stór ráðstevna í Føroyum. 135 fólk ? stórur partur útlendingar ? leggur tá leiðin til Hotel Føroyar, sum verður karmur um ráðstevnuni.
Luttakararnir eru øllum Norðurlondum. Eisini Grønland og Áland hava umboðan á ráðstevnuni.
Ráðstevnan hevur heitið Vejledning i livslangt perspektiv ? Nordisk studie- og erhvervsvejlederkonference på Færøerne.
Sum navnið eisini sigur verður ráðstevnan fyri lestrar- og yrkisvegleiðarar í Norðurlondum. Ráðstevnan verður vanliga hildin annaðhvørt ár í einum av teimum norðurlendsku londunum. Fyri fyrstu ferð er túrurin so komin til Føroyar at vera vertur.
Føroyska vegleiðararfelagið stendur fyri fyrireikingini av ráðstevnuni.
Nevndin í felagnum, tey trý, Bjørg Róin, Holger Arnbjerg og Inger Flø Jørgensen, hava í longri tíð við sveittabrot arbeitt við t fáa endarnar at røkka saman, so alt er klárt, tá tær mongu útlendsu gestirnir koma á vitjan.
Um skránna á ráðstevnuni er tað at siga, at hvønn dag eru ein ella fleiri fyrilestarar. Hvørt land velur ein fyrilestrarhaldara. Nevnast kann eitt nú, at kendi danin Jacob Lange, ið nógv kanska minnast frá hansara sendingum í sjónvarpinum við heitinum hvad kan jeg blive? Hann starvast til dagligt sum studiechef á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hansara fyrilestur kallast fyri Vejledernes tilbagemeldinger til uddannelsesverdenen. Føroyska innslagið verður Kirsten Brix, ið kallar sín fyrilestur fyri Læring i et udviklingperspektiv. Kirsten vardi fyri stuttum sína Ph.D ritgerð um Regin í Líð.
Ein serligur gestur hesaferð er Dr. Mildred Cahill úr Kanada. Hon starvast til dagligt í New Foundland, og hevur hon serliga lagt seg eftir at granska innanfyri vegleiðing í smáum samfeløgum.
Okkurt árið hevur áhugin fyri vegleiðararáðstevnuni verið lítil, men vøkru føroysku oyggjarnar hava eftir øllum at døma fingið fólk at venda nøsina hendanvegin og til ráðstevnuna.
Alt lívið
Sum nevnt umfatar ráðstevnan bæði yrkis- og lestrarvegleiðing. Hetta sama leggja fyrireikararnir stóran dent á, at stórur saknur er á í Føroyum. Fyrireikararnir ynskja fegnir at fáa politikarar og vinnulív at skilja, at tørvur er á og neyðugt er at skapa karmur fyri vegleðing í Føroyum.
?Okkara foreldur og vit við tóku eina útbúgving, og so var tað so tað. Men soleiðis er heimurin ikki longur, sigur Bjørg Róin.
Hon leggur dent á, at í dag er neyðugt við umhugsni at velja útbúgving, men vegleiðing er neyðug alt lívið. Tilboðini og krøvini í dag um eftirútbúgving v.m. gera tað alsamt meira neyðugt, at fleiri vegleiðaratilboð verða latin fólki.
?Vit vita sum vegleiðarar, at fólk eru ógvuliga áhugaði í at fáa eftirútbúgvingar v.m., sigur tey trý.
Á ráðstevnuni fáa tey so møguleikan at styrkja sína vitan um vegleiðing, men karmarnir mugu betrast, siga tey.
Manglar
Tey trý í nevndini í vegleiðarafelagnum arbeiða ella hava øll arbeitt sum lærarar og so lestrarvegleiðarar við síðurnar av. Og tað er sama skilið á øllum skúlum. Tað er bert Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni, sum burturúrav fæst við vegleiðing. Í ógvuliga lítlan verður vegleiðing eisini latin av lestrarfeløgum v.m. Eitt nú hevur Fróðskaparsetrið ongan lestrarvegleiðara, siga tey.
Ikki nokk vit tí, men yrkisvegleiðingin í Føroyum er mestsum ikki til, siga tey trý. Eitt nú nýtir ALS ikki ? sambært teimum trimum ? nógva orku til at vegleiða. Hetta halda tey trý er stórt spell. Tey vóna, at betri og skipaðir karmar verða skaptir.
?Vegleiðing er øgiliga umfatandi og neyðug, men politikararnir hava als ikki víst vilja at skapa karmar fyri hesum, ljóðar tað frá teimum trimum.