Lívsneyðugt við eykajáttan til CTD-kanningar

– Fyri hvønn dag sum gongur, og kanningarnar ikki verða gjørdar, er vandi fyri at onkur doyr, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen. Hann er rúkandi ósamdur við Anfinn Kallsberg, sum heldur at játtanin til víðari CTD-kanningar ikki hevur bráðskund

CTD

Rógvi Nybo

[email protected]



Føroyska sjúkrahúsverkið er nú næstan klárt við møguleikanum fyri, at meinigi føroyingurin kann koma inn at fáa tikið blóðroynd og kanna seg fyri lívshættisligu sjúkuna CTD.

Ætlanin er, at fyri eitt ómaksgjald á 100 krónur kunnu fólk koma inn og fáa tikið eina blóðroynd, sum so skal staðfesta, um tey eru berarar av sjúkuni CTD, ella í ringasta føri eru sjúk.

- Hetta tilboðið er klárt at seta í verk innanfyri fáar dagar, so skjótt sum politikararnir geva grønt ljós fyri tí, váttar Sigurð Vang, stjóri á Ílegusavninum, sum hevur hjálpt til við at stovnseta tilboðið og fáa alt tað praktiska upp á pláss.


Lívsneyðug játtan

Men enn er hetta tilboðið ikki sett í verk. Orsøkin er at játtanin ikki er fingin til vega. Í gjár segði Anfinn Kallsberg, at fíggjarnevndarskjalið, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, hevði givið fíggjarnevndini, har hann bað um at fáa eykajáttan til CTD kanningar, ikki varð viðgjørt, tí at landsstýrismaðurin longu hevði sett eina kunngerð í verk, og at eykajáttanin tí ikki hevði bráðskund. Men hesum er Aksel V. Johannesen rúkandi ósamdur í.

- Eg eri ósamdur við Anfinn Kallsberg í, at málið ikki hevur bráðskund. Tað hevur veruliga bráðskund at fáa hesa játtanina, tí fyri hvønn dag sum gongur, kann tað jú henda at onkur doyr, greiðir hann frá.


Bílig undanførsla

At Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum ikki vil viðgera skjalið, orsakað av at landsstýrismaðurin longu hevði sett eina kunngerð í verk, og at málið tí ikki hevði bráðskund, kallar Aksel V. Johannesen eina bíliga undanførslu.

- Kunngerðin gevur bara landsstýrismanninum heimild at taka eitt ómaksgjald fyri at gera kanningarnar, men hetta ómaksgjaldið á 100 krónur dekkar ikki tað, sum tað kostar at geva hetta tilboðið, vísir landsstýrismaðurin í Heilsumálum á.

Sigurð Vang vísir á, at hesar 100 krónurnar í veruleikanum bert dekka tað, sum tað kostar at senda royndina til kanning í útlandinum.


Meira enn bara blóðroyndir

Neyðuga eykajáttanin til sjúkrahúsverkið til økta virksemið í samband við CTD kanningar fevnir víðari enn bara um blóðroyndirnar.

Umbønin inniber eisini pening til at seta á stovn eina klinisk genetiska ráðgeving á Landssjúkrahúsinum, har ætlanin er at fáa eina avtalu við serfrøðingar uttanlands um at koma oftari til Føroyar at ráðgeva um genetiskar kanningar.

Harumframt verður helst eisini neyðugt at seta fleiri fólk inn og bjóða at lata fólk verða kannaði leygardagar, soleiðis at vanliga virksemið á ambulatoriinum ikki verður darvað.

- Man kann jú vænta, at hetta verður eitt »populert« tilboð, sum øgiliga nógv fólk koma at taka av, og tað krevur orku, greiðir Sigurð Vang frá.


Bíða eftir eykafíggjarlógini

Av tí at umbønin um at fáa eykajáttanina bráðfeingis ikki varð gingin á møti, verður nú bíðað eftir at eykajáttanarlógin kemur ígjøgnum.

- Nær tað verður, er ilt at gita um. Tað verður nokk nú í oktober, men um tað verður fyrst í oktober ella um tað verður 20. Oktober, tað vita vit ikki, sigur Aksel V. Johannesen.

Inntil eykajáttanin er givin, stendur sjúkrahúsverkið bara og bíðar eftir at fáa grønt ljós, soleiðis at tey kunnu seta tilboðið í verk. Tá grønt ljós kemur, kann tilboðið fara í gongd innan fáar dagar.

Men meðan bíðað verður eftir játtanini hendir snøgt sagt einki.