Labrador dugir væl

Ymisk hundasløg kunnu venjast til at verða førarahundar hjá blindum og sjónveikum.

Millum hundasløgini eru schefarin, Golden retriever og ikki minst Labrador retriever. Hundarnir skulu verða millum 10 mánaðir og tvey ár, tá ið teir fara undir sína venjing. Teir skulu góðir við fólk, djór og lutir, og teir skulu verða reinligir og vanir at verða inni. Bæði tíkir og hann’ar kunnu brúkast sum førarahundar.

- Mær dámar væl at hava ein labrador. Hann er sera fittur og róligur at hava í húsi. Schefarin hevur verið nógv brúktur, men har kemur tað kanska uppí, at níogv fólk ræðast shefarar, og tí eru tey kanska farin eitt sindur burtur frá at venja schefarar, sigur Uni Rasmussen.