LADA - ein bíligur bilur

Vilt tú hava ein bíligan nýggjan bil - sum einans kostar 85.000 kr, so hgevur tú møguleikan við at ogna tær ein Lada

Tað er Autotrade í Havn, sum í útvið tvey ár hevur havt umboðið upp á Lada í Føroyum. Seldir eru góðir 30 bilar síðan á vári í 2003. Tá hevði eingin Lada verið seldur í Føroyum í 13 ár.

Tað er General Motors, GM, sum hevur keypt umleið helmingin av gomlu Ladaverksmiðjuni í Russlandi, og hóast Lada enn eru teir gomlu Lada, so er ein spildur nýggjur Lada á veg. Hann væntast á marknaðin komandi vár.

Autotrade í Havn, sum umboðar Lada í Føroyum, hevur 13 bilar á goymslu.
Tá tú sigur Lada, so eru tað nógv sum hugsa, at tá livir góðskan ikki upp til tað, ið er vanliga kravið í Vesturheiminum.

- Danskir bilaummælarar hava serliga funnist at Lada, tí hann ikki hevur airbag, men bilurin er kortini góðkendur eftir ES-direktivum, sum vanliga seta airbag sum minsta krav, sigur Jens Pauli Dahl, stjóri hjá Autotrade.

Fólk, ið keypa Lada, hugsa fyrst og fremst um prísin og um nýtslutørvin. Jens Pauli Dahl sigur, at fólk í øllum aldri hava keypt bilin.

Hesin bilurin, Sosialurin royndi, er ein Lada 112 Hatchback. Hann hevur fimm hurðar, heldur rúmligur bilur við stórari baklúku og baksetrum, sum kunnu leggjast niður hvør sær.