Olaf Mortensen frá Pitstop, sum seldi Lada í Føroyum, sigur, at tað koyra fleiri Lada bilar í Føroyum, sum ongan góðan hava, tá tað kemur til sølu og eykalutir.
Í hesum sambandi hevur hann eina adressu í Týsklandi, sum áhugað kunnu venda sær til, um tey hava brúk fyri eykalutum.
Eykalutasølan eitur: AET Handels GmbH. Tel: 0049(0)33432-73047. Fax: 0049(3)33432-73061.
e-mail: aet-handels-gmbh@gmx.de.
Olaf sigur, at fólk mugu sjálvi bíleggja sínar egnu eykalutir. Hava tey tørv á at fáa nummarið á eykalutunum, eru tey vælkomin at seta seg í samband við Pitstop á Hjalla.