Líka síðani hon í 2008 gjørdist heimskend við lagnum "Just Dance", hevur amerikanska songkvinnan, Lady Gaga, verið nógv at hoyrt og sæð í fjølmiðlunum kring allan heimin.
Ofta verður Lady Gaga marknaðarførd á ein heilt sermerktan hátt, og soleiðis er aftur nú, áðrenn hon skal á konsertferð. Lady Gaga, sum er 25 ára gomul, hevur valt at promovera konsertferðina hjá sær við at standa toppleys framman fyri myndatólinum.
Songkvinnan, sum tók øll á bóli, tá hon var at síggja í einum sokallaðum kjøt-kjóla, fer á konsertferð í apríl, og tað er í hesum sambandi, at hon hevur tikið nakrar myndir, har hon er í einum kjóla úr klárum plastikki.